Vinna

Atlantic Airways ætlanir um nýggjan Airbus 320

...

2015-04-30 22:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Atlantic Airways og Airbus hava gjørt eina fyribilsavtalu um, at Atlantic Airways keypir ein Airbus 320, sum skal latast felagnum í endanum av 2016. Endaliga avtalan verður undirskrivað í juni

Atlantic Airways ætlar at keypa eitt nýtt flogfar av slagnum Airbus 320. Flogfelagið og evropeiska flogverksmiðjan, Airbus, hava í hesum sambandi gjørt eina fyribilsavtalu, eitt sokallað ???memorandum of understanding???, har partarnir í fyrstu atløgu hava avtalað leiðreglurnar fyri at keypa nýggja flogfarið. Sambært avtaluni við Airbus verður prísurin ikki almannakunngjørdur.

Airbus skal eftir ætlanini lata Atlantic Airways flogfarið fram ímóti ársenda 2016. Tað er støðugt vaksandi tørvurin á rutuni millum Føroyar og Keypmannahavn, ið fær Atlantic Airways at keypa eitt størri flogfar, sum fyrst og fremst skal flúgva á hesi rutuni.

Airbus 320 tekur 168 ferðafólk, og tað er 24 meira enn Airbus 319, sum hevur rúm fyri 144 ferðandi. Atlantic Airways hevur í dag tríggjar Airbus 319 í flotanum, og av teimum eigur felagið eitt flogfar og lantíðarleigar tvey. Sáttmálarnir fyri tey bæði leigaðu flogførini fara úr gildi í september 2016, og ætlanin er at leingja tann eina av hesum sáttmálunum fyri at tryggja nóg mikið av flogkapasiteti, meðan felagið er í einum skiftistíðarskeiði, har eitt flogfar verður keypt, og NORÐ-ruturnar arbeiddar upp.

Atlantic Airways hevur í fyrstu atløgu valt at flúgva NORÐ-ruturnar við Airbus 319 til heystið 2016. Hetta tíðarskeiðið er tískil ein royndartíð at kanna eftir, um grundarlag er fyri at útvega eitt minni flogfar til NORÐ. Framvegis verður hugt eftir, hvat annað slag av flogfari kann verða hóskandi tilNORÐ-ruturnar.

Samanumtikið miðar Atlantic Airways innan tey næstu árini eftir einum flúgvaraflota við einum Airbus 320, einum Airbus 319 og einum flogfari, sum hóskar væl til NORÐ-ruturnar.

Nýggja flogfarið verður ??? eins og verandi flogfør ??? útgjørt við framkomnu navigatións-tøknifrøðini frá Airbus, RNP AR 0,1, sum higartil hevur havt við sær munandi betri reglusemi og harvið færri seinkingar. Talan er um eina tøknifrøði grundaða á GPS-skipanina, ið nú eisini er sameind við vanligu ILS-skipanina á flogvøllum, og sum samanlagt er eitt sera neyvt tól til innflúgvingar og útflúgvingar.

Føroyska flogfelagið hevur í fyrstu atløgu lagað sameiningina av RNP AR 0,1 og ILS eftir Vága Floghavn, sum harvið er fyrsti flogvøllur í heiminum, har hesin framferðarháttur verður nýttur. Flogførini hjá Atlantic Airways kunnu sostatt til dømis flúgva lægri og í verri sýni inn á flogvøllin í Vágum enn áður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder