Vinna

Finn øll við Diabetes 2 í Føroyum

,.

2026-11-04 12:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Hondbóltssamband Føroya stuðlar gransking í Føroyum
Í sambandi við landsdystin millum Føroyar og Kosovo í morgin, verður møguligt at luttaka í granskingarverkætlanini “Finn øll við Diabetes 2 í Føroyum” í høllini við Tjarnir
Vit eru klár frá kl. 17.00 – og kanningin tekur einans 5 minuttir!
Endamálið við “Finn øll við Diabetes 2 í Føroyum” er at fáa betri innlit í útbreiðsluna av diabetes 2 og prædiabetes í Føroyum, og at finna tey, ið hava sjúkuna uttan at vita av tí, í góðari tíð.
Kanningin er fyri øll, sum eru 40 ár og eldri. Tað er eitt lítið prik í fingurin, og tú fært úrslitið á staðnum.
So um tú ynskir at luttaka og enn ikki hevur verið og kanna teg, er hetta ein gyltur møguleiki.
Ein stór tøkk til Hondbóltssamband Føroya fyri at stuðla føroyskari gransking og hjálpa okkum at røkka enn fleiri fólkum.
Koyr á Føroyar! 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder