Politikkur

Atgerðarloysi í fiskimálaráðnum endurtekur seg enn einaferð

...

2019-04-16 16:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vit eru á veg inn at bíða eftir landing í Føroyum. Í Noregi og Íslandi kunnu vit fáa munandi betur prís og sleppa at landa beinanvegin.

Ístaðin fyri at kappast á fiskifeltinum, liggja skipini, aftur í ár full og hálvlastaði og gnadda gummi, klár at kappast um landing.
Fyri kollveltingina í føroysku fiskilóggávuni, landaðu skipini, har prísurin var góður og vit øll forvunnu nógvan pening. Broytingarnar í fiskuvinnulóggávuni, eru eitt ordans afturstig fyri føroyingar og eigur at fáast uppá pláss skjótast gjørligt.

Reiðaríir, saman við manningunum skulu gjalda fyri vørðuna áðrenn hon er funnin. Tað er ikki loyv at arbeiða svart, men tað er akkurát soleiðis tað er í dag. Allur hesin peningurin manglar í kommunukassanum. So til tykkum øll, ið stuðla undir hesum, skulu gera tykkum klár til at rinda beinleiðis úr lummanum fyri kommunalu innstalatiónir, eitt nú vatn, kloakk og ruskinnsavning. Í Havana verður vatn koyrt við tangabili, veit onkur at siga. So gongdin hjá Tjóveldiskommunismuni er skotin í gongd.
Sigast kann at føroysku reiðaríini missa miliónaupphæddir, manskapið missir 10-talstúsind krónur og kommunukassarnir missa stórar skattaintøkur. So vanligar innstalatiónir, ið føroyafólk hava krav uppá, fara at minka. Havsbrún, ið børsskrásetta Bakkafrost eigur, tjenar kassan, við at keypa bíligt inn og selja dýrt útaftur. Yvirskotið verður sjálvandi deilt út til íleggjarin. Tað vil siga, at størsti parturin av yvirskotinum fer av landinum. Og eftir sita vit føroyingar við ???sviðið soð???.

Sosialisman hevur nú ongantíð havt nakra framgongd.

Eg vóni, at fólk, til komandi løgtingsval, hugsa seg væl um, hvar X verður settur. Fólkaflokkurin vil ikki selja tilfeingið. Fólkaflokkurin vil, at skipini skulu kunna landa har besti prísurin er. So at ringvirkningarnir raka hvørja oyggj í Føroyum.

Tað er, í dag, akkurát 1 ár síðan, at eg, við niðanfyristandandi grein, vísti á óskilið, sum er í fiskivinnuni, eftir at fiskivinnulóggávan varð broytt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder