Politikkur

At vísa hógv ??? ella vísa hógvar

...

2020-05-12 12:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Samgongan vil nú aftur senda alla rokningina fyri eina kreppu til vanliga løntakaran, smærri vinnurekandi, ungdómin og tey, ið hava minst. Meðan tey nú royna at seta kílar millum fakfeløg og løntakarar. Meðan onki hendir við hjálp til ferðavinnuna og arbeiðsleys. Ja, so brúkar samgongan alla orkuna at skunda uppskot gjøgnum Løgtingið um at loyva privatari sølu av fiskirættindum og spekulasjón við fólksins ogn fyri milliardir

Høgni Hoydal

Vit eiga at vera errin og takksom fyri, at vit í Føroyum saman hava loyst avbjóðingina at tálma og steðga koronasmittuni ??? í hvussu so er á fyrsta sjóvarfallinum.

At heiðra er samanhaldið og samhaldsfestið okkara millum. Okkara dugnaligu fakfólk og granskarar. ??ll tey, ið dagliga stríðast fyri at halda og menna okkara felags vælferðarskipanir. ??ll verkafólk, ið skapa virðini hvønn dag á sjógvi og landi. Teir løntakarar og fakbólkar, ið sjáldan fáa sína uppibornu virðing í heilsuverkinum, røktini, í skúlunum, í barnagørðum, í fjølmiðlum, í ALS og almannaverki. Fólkini í kommununum kring landið, ið løgdu ein verjugarð kring ellis- og røktarheimini. Okkara menta- og listafólk, ið hava víst einastandandi hugflog at røkka út til okkara og binda okkum saman. Tey, sum sjálvboðin hava veitt stuðul og hjálp kring landið. Tolsemið millum fólk, ið hava livað við so skerdum nærsambandi við síni kæru ??? eisini í lívsins mest sorgarfullu og gleðiskendu løtum. Tolsemið hjá okkara ungdómi, har vársins og summarsins songur má syngjast heilt øðrvísi. Og okkara børn, ið brádliga hava noyðst at hugsavna seg um smittu og samfelagsviðurskifti, nú leikurin átti at verið sum hin ljósi dagur.

At megna í felag

Tað eru føroyskir førleikar, hugflog og samanhald, ið aftur hava prógvað sítt virði. Tað, ið vit megna sjálv sum tjóð, og sjálv hava tikið ábyrgdina av sum fólk, er tað, sum ber og tryggjar okkara livikor og møguleikar. Ikki at leggja ábyrgdina og avgerðirnar til annað land og teirra myndugleikar.

Og tað eru tær felags, samhaldsføstu skipanirnar, ið verkafólka- og fakfelagsrørslan hava stríðst fyri gjøgnum ættarlið, ið nú standa sum trygdin og møguleikin hjá fólki.

Um allan heim koma nú teir so braneggjaðu neoliberalistirnar, ið hava stríðst fyri at taka av allar felags skipanir og hava noktað at goldið skatt og gjøld, kavandi til teir somu almennu kassarnar, ið teir hava fordømt.

Hvussu bera og býta vit byrðarnar?

Sum í øllum kreppum, er tann avgerandi royndin á okkum nú: Hvussu verða byrðarnar býttar millum okkara? Skal ein kreppa aftur skapa djypri gjáir heima hjá okkum og um allan heim? Ella kunnu vit nú skapa eitt sjálvstøðugt, betri, rættvísari og burðardyggari samfelag?

Tær búskaparligu avleiðingarnar av korona-átøkunum hava rakt og kunnu raka nógv fólk og familjur. Í løtuni serliga í ferðavinnuni, hjá smærri vinnurekandi, fólki í arbeiðsloysisskipanini og millum menta- og listafólk. Tey, sum hava minst. Og millum ungdómin eru arbeiðs- og inntøkumøguleikarnir frá degi til dags minkaðir munandi.

Men sig, hvat ger tingið?

Hóast andstøðan nú í mánaðir hevur heitt beinleiðis á landsstýrið og bjóðað sína hjálp at gera verulig hjálparátøk fyri ferðavinnuna, teir privatu løntakararnar í korona-skipanini, tey arbeiðsleysu, ungdómin og til menta- og listafólk, so letur samgongan ikki við seg koma.

Vit hava verið friðarlig og roynt at skundað óalment undir landsstýrið, tí tað er skilligt, at nógv arbeiðsbyrða eigur at vera í landsstýrinum í hesum døgum.

Men hvat síggja vit nú ístaðin? Samgongufundir og orkan hjá embætisverkinum verður brúkt til nakað heilt annað:

1. Fíggjarmálaráðharrin biður Starvsmannafelagið ganga frá gjørdum sáttmála. Hetta er óhoyrt. Og hetta kann seta kílar millum almennar og privatar løntakarar. Tí nógv privat lønt í korona-skipanini missa pening, meðan tey alment løntu fáa fult lønarendurgjald. Men tann ójavnin eigur sjálvandi at rættast í korona-skipanini.

2. Í seinastu viku varð lógaruppskot skundað ígjøgnum tingið, sum lutaði virðir fyri 50-60 mió. kr. til tey somu í fiskivinnuni, ið á jólum fingu alt frá samgonguni.

3. Og eftir samgongutogan og fundarvirksemi út á kvøldið og næturnar, leggur landsstýrið í dag uppskot fyri tingið um at loyva, at fiskirættindi verða keypt og seld millum privatar fyritøkur fyri milliardir ??? eisini til útlendingar. Umberingin er eitt slag av skattaskipan fyri sølurnar, ið sjálvsagt fer at verða eitt eiti.

Hógvarnar koma undan

Meðan samgongan biður løntakaran og fjøldina um at vísa hógv og tolsemi. So koma hógvarnar undan hjá teimum. Og tey eru sera ótolin eftir at privat skulu sleppa at selja og keypa okkara felags ogn fyri milliardir.

Hetta skal skundast ígjøgnum Løgtingið, meðan annað vinnulív og arbeiðsleys bløða og løntakarin skal rinda rokningina. Tær milliardir, ið samgongan nú ætlar at gera endaliga til privata ogn, ið kann keypast og seljast, kundu fíggjað góð kor og møguleikar hjá øllum í hesari tjóð í ættarlið.

Kreppurnar í Føroyum

Kreppurnar í Føroyum hava altíð verið rokningin hjá vanliga løntakaranum og fjøldini. Bara rokningin fyri 80???ini og bankakreppuna í 90???unum var minst 13 milliardir krónur. Allir útlendskir og innlendis spekulantar, ið høvdu fingið vinningin, tá ið alt mól skjótt, sluppu snikkaleysir. ??ll bæði almenn og privat skuld, varð koppað yvir á tann føroyska skattgjaldaran. Og fólk hava goldið fyri tað síðani. Eisini tá varð farið til fakfeløgini og vanligar lønir at gjalda upp aftur meira.

Hvørji átøk eru mest átrokandi?

Tjóðveldi hevur fyri 7 vikum síðani skrivliga og síðani ferð eftir ferð heitt á Landsstýrið og samgonguna um at betra treytirnar fyri løntakarar og teirra familjur á privata arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at lønarendurgjaldið í koronaskipanini hjá ALS verður hægri enn tær 20.000 kr. mánaðarliga. Hetta skal landskassin tryggja við avtalu við arbeiðsgevararnar, so ALS-kassin ikki verður tømdur.

Harafturat hava vit skotið upp og strongt á, at betra um treytirnar og livikorini hjá arbeiðsleysum. Hjá fólki, ið gerast arbeiðsleys nú eru umstøðurnar munandi verri enn í korona-skipanini. Bæði við útgjaldi, karantenu ??? og frítíðarlønin verður mótroknað. Hóast atvoldin til, at fólk nú missa starvið, eru avleiðingar av korona-tiltøkunum.

Vit hava skotið upp at gera ein veruligan hjálparpakka til ferðavinnuna.

Og vit hava aftur og aftur skotið upp at gera eitt serligt framtak til at stuðla mentan og list.

Hetta er tað mest átrokandi. Men næsta stigið er at byggja veruliga upp til eitt sjálvstøðugt, samhaldsfast og burðardygt samfelag, har øll kunnu liva við sømd í okkara ríka landi. Og har verkafólka- og fakfelagsrørslan ongantíð hevur havt størri týdning enn nú at tryggja rættindini hjá løntakarunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder