At tæna Kristi
???Menniskjusonurin er ikki komin at verða tænaður, men at tæna og geva lív sítt sum loysigjald fyri mong.???
At tæna Kristi fer fram í tí stilla. Tann tænastan reypar ikki og ger seg ikki upp. Hon spyr ikki um løn, hon spyr ikki um tað er neyðugt, ella hvat hon kann røkka, ella hvørjum hon veruliga gagnar, hon spyr ikki um nakar leggur merkið til hana, og um hon verður gjørd á teimum bonaðu gólvunum, ella um hon fær ummæli í miðlunum.
Mær og tær tørva nokk at vera mint á hetta - at tæna. Er tað nakað, ið ongantíð kann gerast ein spurningur, má tað vera at tæna Kristi. Vit eru doypt til tað, vit eru fermd til tað, og trúgva vit á hann, so eru vit eisini ætlað til tað. Tað er kall okkara og avgerð okkara, og ta er eydna okkara, at tað er honum, vit tæna.
Lat heimin eiga ærusjúkuna, valdstráanina og tað at vera sæddur, fremstur, størstur og sterkastur. Í Guðs ríki eigur tað ikki at vera so: ???Tann, ið vil vera stórur tykkara millum, hann skal vera tænari tykkara; og tann, ið vil vera fremstur tykkara millum, hann skal vera trælur tykkara. Eins og menniskjusonurin ikki er komin at verða tænaður, men at tæna og geva lív sítt sum loysigjald fyri mong.???
At tað vera menniskju at finna í Guðs ríki, sum tey, ið koma hagar, ikki høvdu vænta at sæð har, og sum kanska hava fingið eitt tignarligt pláss, skildast einans einum: Hesi vóru tey eyðmjúku og stillu í landinum. Uttan at vit løgdu merkið til tey á teirra lítla arbeiðsøki í lívinum, høvdu tey givið seg yvir í Kristi kærleika at tæna brøðrum sínum.
Í Grønlandi lá fyri mongum árum síðan einkateketurá deyðastrá. Neyðarsliga smátta hansara hevði verið eitt skjól hjá einkjum og faðirleysum, ið hann, so leingi hann orkaði, føddi við tí hann vann sum veiðimaður. Nú lá hann so og skuldi fara her frá. Eitt bros var yvir andliti hansara. Tá ið tey, sum stóðu við song hansara spurdu hann, hví hann smíltist, svaraði hann: ???Tað er eins og eg kenna aftur tey smáu børnini, sum eru deyð, og hvørs hendur eg plagdi at tina í mínum hondum, tá ið tær vóru frystar.???
Í hesum einføldu orðum er tað eins og sært tú ein farra av tí tænastugleði, sum ikki er av hesum heimi, og sum tí varðir longur út enn hesin heimur ??? ja, sjálvt um tænastan hevur havt sín beiskleika, so hevur hon so sanniliga eisini sín yndistokka og sína løn. So sonn og vøkur eru orðini hjá ápostlinum: ???Tí at teir, sum væl hava tænað kirkjuliðinum, vinna sær sjálvum eina góða støðu og mikið treyst í trúnni á Krist Jesus.???
- Her er talan um kristna tænastu.
Hesi menniskju tæna Guði í takksemi og ídni, og hann veitir teimum sælu. Hetta eru náðaðir syndarar, ídnir tænarar, sigrandi kristin.
Høvdu vit ongantíð troyttast at biðja Guð um, at hansara heiður altíð er meira fyri okkum enn okkara egni. Høvdu vit duga at biðið Guð um við anda sínum, at tipt allar tær holur, sum gamli ormurin roynir sníkja seg í gjøgnum fyri at freista okkum at tæna sær. Tað dugir hann sera væl. Latið okkum altíð hava tað fyri eyga, at: Guði veri heiður um aldur og ævir allar,
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald