Grein úr Vestanstevnublaðnum: At kenna seg heima er besta kenslan, og Sørvágur er mítt heim. Hóast verðin er stór, for- vitnislig og innbjóðandi, kanska serliga hjá ungum fólki, so er einki stað í heiminum, ið kann saman- berast við heimstaðin. Í mínum huga er Sørvágur miðdepilin í heiminum, og er umhvørvið sera trygt og fevnandi. Bygdafólkið er vinarligt, altíð til reiðar at hjálpa og kenna øll hvønn annan. Hetta seinasta er tað, ið fyllir mest í mínum hugaheimi. Eg eri farin til Aal- borg í lestarørindum, og njóti stórbýar lívið, men ofta leita mínir tankar heim aftur til barna- og ungdómsárini. At vaksa upp í Sørvági er heilt serligt, og havi eg altíð sett sera stóran prís uppá hetta. Gran- nalagið eg vaks upp í, er sermerkt fyri meg. Eg hevði altíð vinfólk rundan um meg, og al- dursmunur var aldrin ein trup- ulleiki, øll ansaðu eftir hvørjum øðrum. Hóast grannalagið var eitt trygd og álítandi umhvør- við, so var øll bygdin eisini við til at skapa hendan tryggleika. Man var sum barn aldrin stúrin fyri at ganga úti, tí man visti at bygdafólkið ansaði eftir sær. Hetta er ein kensla, ið man bert upplivir í heilt fáum støðum í heiminum, og er Sørvágur eitt teirra.
Tá eg gangi á gøtuni í Aalborg, við fólki, bilum og súkklum fúkandi um oyruni, leita mínir tankar ofta heim aftur til Sørvágs. Eg ímyndi mær, at eg gangi út eftir Bíggjarvegnum og heilsi teimum bilunum, ið koyra framvið. Møguliga steðgi eg á, at práta við onkran, ið er farin sama túrin sum eg. Somuleiðis ímyndi eg mær, at eg eri farin ein av mínum mongu túrunum eftir Niðaravegi, ímeðan sólin setur vestan fyri Mykines. Eisini leita mínir tankar ofta heim í køkin hjá ymiskum sørvingum, har man nærum sjálvboðin er farin at fáa sær ein duss. Hetta er kenslan av at vera heima fyri meg.
Eg haldi at man ofta er ov skjótur at siga, at eitt stað ikki hevur nóg mikið at bjóða sínum íbúgvum. Eg búgvi í dag í einum býi, ið hevur allar hugsandi hentleikar, men fyri meg manglar tann grundleggjandi kjarnan: tryggleiki og vinsemi. Um tann grundleggjandi kjarnan í einum samfelag manglar, so eru hinir hentleikarnir til fánýtis. Man kann ikki keypa vinsemi, hetta er viðføtt og er
ein eginleiki sum Sørvágur hevur. Sørvágur er vakrasti staður í heiminum, og óansæð hvar man hyggur, so fevnir náttúran Sørvág uppá ein heilt serligan hátt. Á sama hátt fevna Sørvingar hvørjum øðrum, og er hetta tað sum ger okkara heim sermerkt. Sørvágur er mítt heim, og eg gleði meg at flyta heim aftur til Sørvágs.
Anja Magnussen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald