2020-07-01 10:59

Leygardagin letur ein nýggj matstova upp í Vágum. Tað er Asian Food Restaurant ið letur upp í Miðvági í hølunum, sum XV og seinni Broadway hava hildi til í.
Hjúnini Nely Balid og Jógvan Pauli Haraldsen keyptu bygningin í fjør, og hava síðani gjørt ymiskar ábøtur á bygningin.
Nely fær nú betri umstøður at gera mat, seinnu árini hevur hon havt ein vogn (Asian Food Truck) og hevur eisini havt ein køk í hjallarinum við hús, har hon hevur gjørt ymiskt út úr húsinum.
Leygardagin klokkan 11:30 letur matstovan upp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald