Lýsing

Articon søkir 10 lærlingar

...

2021-05-12 11:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Spennandi yrkisútbúgvingar innan betong, jørð- og kloakk, múraraøki, maskinsmíð og timbur.

Vit søkja eftir 10 lærlingum innan byggi- og verklagsvinnuna at byrja 1. september 2021 ella eftir nærri avtalu. Ein útbúgving sum tú kann brúka alt lívið!

Sum lærlingur í Articon fær tú eina spennandi og væl skipaða útbúgving innan byggi- og verklagsarbeiði ella á verkstaði okkara innan maskin og smiðjuarbeiði.

Saman við okkara dugnaligu handverkarum og arbeiðsleiðarum verður tú partur av einum toymi við hollari fakligari vitan og nógvum royndum. Ein lærutíð skiftir ímillum spennandi arbeiðsuppgávur og menning úti á einum byggiplássi og bókliga førleikamenning á teknisku skúlunum í Havn, í Klaksvík ella í Danmark í tilsaman 55 vikur. Lærutíðin er 4 ár.

Eftir lokna útbúgving hevur tú fingið eina grundútbúgving, sum opnar nógvar hurðar fyri framtíðar møguleikum, sum handverkari ella til víðari hægri lesnað innan millum annað byggi- ella verkfrøði.

Trivnaðurin og trygdin hava sera stóran týdning í Articon. Tí skipa vit fyri serligum lærlingadøgum, regluligum lærlingasamrøðum og ymiskum trygdar- og trivnaðartiltøkum í lærutíðini.

Hvør kann søkja?

Vit ynskja fyrst og fremst, at tú hevur áhuga og ídni til tað verkliga arbeiðið. Tú er liðug/ur við 9. ella 10. flokk í Fólkaskúlanum ella eina miðnámsútbúgving.

Vit ynskja starvsfelagar, sum eru nærlagdir, álítandi, duga væl at samstarva og vilja náa einum dygdargóðum úrsliti.

Spurningar og umsókn

Vil tú vita meira um, hvussu tað er at vera lærlingur í Articon, er tú vælkomin at seta teg í samband við Hera Kjærbo, HR-leiðari, á telefon +298 286171.

Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 7. juni 2021. Tú søkir starvið her.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 230 fólk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder