JN

Ársúrslitið hjá P/f Bergfrost fyri 2018 gjørdist 3,4 milliónir

...

2019-03-29 12:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fyritøkan í Fuglafirði - P/f Bergfrost - hevði 3,4 milliónir í avlop eftir skatt fyri ár 2018, í 2017 var avlopið eftir skatt 3,7 milliónir.

Bruttovinningurin í 2018 var 10,4 milliónir, í 2017 var bruttovinningurin 10,3 milliónir - avskrivingarnar í 2018 vóru 2,4 milliónir í 2017 vóru 1,7 milliónir avskrivað.

Í lønum varð goldið kr. 3 milliónir í 2018, í 2017 vórðu goldnar 3,2 milliónir í lønum.

Partapeningurin í P/f Bergfrost er 5.02 milliónir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder