Mentan

ÁRSM??TIÐ ???16: Vón til ein vónleysan heim

...

2016-04-12 07:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin hevur Kirkjuliga Heimamissiónin ársmøti í Leguhúsinum í Nesvík. Í ár er sera forvitnisligur gestur úr Miðeystri eisini við.

Ársmøtið er árligi dagurin, tá kirkjuliga rørslan Heimamissiónin kemur saman um tað víðfevnda arbeiðið, sum verður gjørt kring landið, á sjógvi og landi, og uttanlands. Heitið í ár er "Vón til ein vónleysan heim", tí tað er júst tað, sum kristni gleðiboðskapurin er, ikki minst nú so nógvur ófriður og ótryggleiki valdar kring okkum. Hetta verður eisini evnið, sum Rita Elmounayer tosar út frá. Rita hevur stovnað og er dagligur leiðari fyri Sat-7 Kids, sum er ein kristilig sjónvarpsrás í Miðeystri, sum Heimamissiónin samstarvar við. Fyrr í ár lat Føroya Landsstýri eisini menningarstuðul til eina skúlaverkætlan hjá hesi sjónvarpsrás. Rita fer eisini at greiða frá støðuni í Miðeystri. Tulkað verður til føroyskt.

Annars byrjar ársmøtið við pallborðsfundi um morgunin við evninum ???Sunn veking???. Seinnapartin verður greitt frá virkseminum hjá Heimamissiónini seinasta árið, og um kvøldið er møti við talu, sangi og frásøgn frá Sat-7 Kids.

Sunnudagin verður felags Sat-7-sunnudagsskúli fyri alt landið, har Rita greiðir børnunum frá, og heili trý barnakór syngja.

??ll eru hjartaliga vælkomin til Ársmøtið ???16!

Kirkjuliga Heimamissiónin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder