JN

Ársfundurin hjá RFF verður 5. apríl

...

2019-04-04 07:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ársfundur hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd verður fríggjadagin hin 5. apríl 2019 í Auditorinum í Smæruni, J. H. Schrøtersgøtu 7 í Havn frá kl. 10.00.

Dagurin verður býttur í tveir partar. Fyrrapartin hoyra vit um arbeiðið at endurskoða ferðslutrygdarætlanina fyri Føroyar. Vit hyggja at ferðsluhugburði og -atburði frá einum heimspekiligum sjónarhorni og eisini fáa vit áhugaverda vitan frá kanning um ferðsluóhapp í Føroyum. Hesin parturin av degnum er almennur.

Seinnapartin er sjálvur aðalfundurin sum er fyri føstu limirnar, kommunurnar og aðrar limir.

Í 2018 stóð øll nevndin fyri vali. Formaður og tveir nevndarlimir vóru valdir fyri 4 ár, meðan 2 nevndarlimir vóru valdir fyri 2 ár. Onki nevndarval verður tí í 2019.

Skrá fyri Ársfundin (alment)

kl. 10.00Vælkomin- Kári Thorsteinsson, formaður

kl. 10.05 ???Um arbeiðið at endurskoða Ferðslutrygdarætlanina fyri Føroyar?????? Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum

kl. 10.15???Føroysk ferðslutrygdarhagtøl 2014-2017 ??? um at nýta dátur at fyribyrgja ferðsluvanlukkum?????? Mikkel Heide Frandsen, Landsverk

kl 10.50 Kjak, orðaskifti og høvi at seta Mikkel Heide Frandsen spurningar

kl. 11.00 ???Etikkur ??? ferðsla, atburður og váðamentan?????? Jákup Bogi Joensen, heimspekingur

kl 11.35 Kjak, orðaskifti og høvi at seta Jákupi Boga Joensen spurningar

kl. 11.45 Matarsteðgur

kl. 12.45 Aðalfundur (føstu limirnir, kommunurnar og aðrar limir)

1. Val av fundarstjóra

2. Ársfrágreiðing formansins ??? Kári Thorsteinsson og Lovisa Petersen Glerfoss

3. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi ??? Lovisa Petersen Glerfoss og Eyðstein Jensen, bókhaldari

4. Val av grannskoðara

5. Innkomin mál (Eingi mál innkomin)

6. Ymiskt

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder