
Ársaðalfundurin verður tann 28. dec 2019 í hølum felagsins Smærugøta 9a Tórshavn
Aðalfundarinnkalling
Aðalfundurin hjá Føroya Skipara-& Navigatørfelag verður hildin, leygardagin 28. desember kl.: 10:00 í hølum felagsins, Smærugøta 9 A, Tórshavn.
§ 7
Aðalfundur
1. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki hjá FSN.
2. Atkvøðurætt hava bert limir, ið hava goldið limagjald fyri viðkomandi ár.
Dagsskrá:
A. Val av fundarstjóra
B. Frásøgn frá formanninum um virki felagsins í farna ári
C. Framløga og støðutakan til roknskapin
D. Val av nevndarlimum
E. Val av grannskoðara
F. Ásetan av limagjaldi
G. innkomin uppskot til Lógarbroyting § 19
H. Ymiskt
Hesaferð standa 5 nevndarlimir fyri vali. Um tú ynskir at velja við brævatkvøðu til nevndarvalið, so kanst tú venda tær til skrivstovuna, senda meyl til [email protected] ella ringja til +298 316973.
Aðalfundurin byrjar kl. 10.00,við innskriving og morgunmati. Ein steðgur verður uml. kl. 12.00, tá atkvøðurnar frá nevndarvalinum verða taldar. Í døgurðasteðginum verður borðreitt við smyrjibreyði. Eftir fundin verður ein kaffimunnur.
Føroya Skipara- & Navigatørfelag gleðir seg, at síggja teg á aðalfundinum. Nevndin og starvsfólk ynskja tær og tínum kæru, eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár og vit takka fyri stuðul og gott samanhald í 2019.
P.S. Vit heita á teg, um at senda okkum tín teldupost bústað og fartelefon nummar til [email protected], so vit betri og skjótari kunnu samskifta og senda tær kunningarskriv.
Annfinnur Garðalíð, formaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald