Politikkur

Arrogansa, niðurgerð og reyp frá fíggjarmálaráðharranum

...

2021-02-07 21:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Var í føðingardegi hjá einari av abbadøtrunum fríggjakvøldið, tá Dagur og Vika var á skrá, og tað var helst ikki bara eg, ið gjørdist skelkaður av atburðinum hjá okkara fíggjarmálaráðharra, tá hesin trein fram á skíggjan.

Beint áðrenn tað høvdu tveir sera siðiligir politikarar, nevnliga Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, og Høgni HoydaL, formaður Tjóðveldis, gjørt viðmerkingar til avgerðina hjá fíggjarmálaráðharranum um at samansjóða Landsbankan og Búskaparráðið, og avleiðingarnar, sum teir óttast kunnu standast av hesum.

Aftaná kemur so fíggjarmálaráðharrin, meira arrogantur enn nakrantíð, og við einari hatursmerktari og niðurgerðandi viðmerking fær hann stemplað allan vinstravongin, íroknað Aksel V. Johannesen og Høgna Hoydal, sum eina forsamling, ið bert hugsar um at kráma til sín sjálvsOg politikkur teirra hevði sambært fíggjarmálaráðharranum eittans endamál, at seta á stovn nevndir fyri á tann hátt at geva viðhalsfólkunum politisk bein at gnaga.

Ja, hatrið til okkum á vinstraveinginum lýstið so týðuliga av fíggjarmálaráðharranum, at ein øtaðist og gjørdist ikki sørt fjálturstungin ta løtuna frammanfyri sjónvarpsskíggjanum. Tí Gud náði okkum, um hesin ultrahøgravendi politikarin hevði verið formaður Fólkafloksins fyrst í nítiárunum. 

Tá høvdu hjartamál Javnaðarfloksins, ALS og Samhaldsfastiverið politiskt deyð í føðingini, og hesi fyri verkafjøldina so týðandi mál høvdu ongan sum helst møguleika havt at ver samtyktTí við tí hugburði, sum núverandi formaðurin í Fólkaflokkinum sýnir, hevði hann aldrin, og eg meini aldrin, gingið við til at stovnaseta eina einastu av hesum samhaldsføstu skipanumsum so ofta hava bjargað okkum undan hóttafalli og hópfólkaflyting av landinum, tá tað av ymiskum orsøkum hevur leikað hart á búskaparliga. ALS hevur verið avgerðandi skipanin at lofta fólki, bæði støkum, pørum og barnafamiljum, tá arbeiðsloysi hevur gjørt um seg, og Samhaldsfasti hevur uttan nakra umsiting givið okkara pensionistum eitt gott ískoyti til fólkapensiónina.

Undanfarna samgonga, sum sambært fíggjarmálaráðharranum var mannað av pamparumlegði 1,5 milliardir krónur á kistubotnin hjá landskassanum, men síðani hevur sitandi fíggjarmálaráðharri lagt tvær fíggjarlógir fram við fleiri hundrað milliónum krónum í halli og tískil drenað sama landskassa.

Sum ein rættur politiskur manipulatorur roynir hannn at broyta tann veruleikan, at hann eftir bert tveimun fíggjarlógum er dumpaður.

Nú skal hann so skarva eina hálva millión av eini ella aðrari nevnd, fyri at gykla fyri veljarunum, at hann hevur politiska styrki. Men talan er rætt og slætt um at spara upp á oyruni, meðan krónurnar í milliónatalið rulla út úr landskassanum. Samstundis er lagamanni hjá honum at ganga og klippa snórar, við hvørt tríggjar um dagin, fyri íløgum, sum føroyski skattaborgarin kanska skal hefta fyri.

Í 2010 fekk uppsjóvarflotin eina risa upphædd orsakað av, at kvotan av makreli hækkaði munandi. Allir flokkar uttan ein vóru á einum máli um, at nú var tíðin komin, har alt fólkið átti at fáa sín part. Hetta skuldi gerast við at seta eitt tilfeingisgjald á inntøkurnar, sum stavaðu frá kvotuhækkingini.

Men Fólkaflokkurin, ið eisini tá umsat fiskivinnumál, vildi ikki hoyra talan um hetta. Borgarliga loysunarorðið er jú, at eingin skal rinda skatt, tí peningurin liggur best djúpt í lummunum hjá teimum, ið annars hava best ráð at rinda skatt. Og tí lógu yvurskotsmilliardirnar eisini best í vinnuniljóðaði boðskapurin. Sjúkrahúsverkið og aðrir partar av føroyska samfelagnum, sum tørvaðu pengar fyri at kunna bjóða sjálvsagdar vælferðartænastur, máttu ómøguligt fáa part av fólksins ogn.

??rslitið av politiska stríðnum tá var, at Fólkaflokkurin segði samgonguna við Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin upp.

Figgjarmálaráðharrin klippur ikki bara snórar, tí javnan leggur hann eisini myndir út at reypa sær av sínum persónligu avrikum. At tað ofta er talan um lántar fjarðar, tað tekur hann ikki so tungt. Sum her fyri, tá hann breggjaði sær av, at nú var klárt at byggja nýtt Sjóvinnustýri á Giljanesi. Ein verkætlan, sum undanfarna samgonga legði lunnar undir og eigur alla æruna av. Byggingin bleiv ikki framd seinasta samgonguskeið, tí tað dróg út hjá Vága Kommunu at útvega stykkið, sum byggjast skal á.

Hinvegin kenna øll vágafólk syndarligu søguna, tá Jørgen Niclasen sum landsstýrismaður fyrst í øldini fekk staðsett stovnin í VágumAt hann gjørdi tað, skal hann sjálvsagt ikki lastast fyri, men í staðin fyri at byggja ein nýggjan, tíðarhóskandi bygning til stovnin beinanvegin tá, so var tað meira umráðandi at sæta onkrum av sínum við dýrum leigumáli. Men hvør var tað nú, sum tosaði um pamparí í Degi og Viku fríggjakvøldið?

Ein veljari hansara, sum eg og øll vágafólk hava og altíð hava havt stóra virðing fyri, átti eina 70-80 ára gamla smiðju, ein betongkassa við berum veggum, sum í áravís hevði staðið tómur og kaldur. Bara hugsanin um at brúka milliónir av krónum upp á at innrætta ein sovorðnan bygning til ein almennan stovn at húsa nógvum starvsfólkum, tað var ørskapur.

Tað má sigast at vera eitt væl rakt skot í egnan fót at tosa um pamparí, og so muga minnast aftur á, tá ein sjálvur við beráddum huga og fyri at sæta sær og sínum veljarum brúkti milliónir av almennum krónum upp á ein bygning, sum skjótt vísti seg at vera óbrúkiligur og beinleiðis heilsuskaðiligur.

Nú stendur gamla smiðjan í Miðvági, sum fyri góðari hálvari øld síðani var eitt stórt og gott arbeiðspláss, ið eisini klakti hópin av dugnaligum maskinsmiðum í Vágum, sum ein misprýðiligur varði yvir hetta mislukkaða og korrumperaða projektið.

Tað kundi verið áhugavert at fingið eina samanteljing, sum vísti, hvat hetta ørvitisprojektið og avleiðingarnar av tí hava kostað føroysku skattaborgarunum tilsamans.

Nú fíggjarmálaráðharrin er so grammur at tosa um pamparí, veit eg, at tað roknistykkið væl og virðiliga hevði váttað orðatakið, at spottarin kemur í spottarans stað.

Frank Davidsen

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder