Mentan

Arnold Vegghamar í Gamla Seglhúsinum

...

2015-12-28 19:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sunnudagin 3. januar 2016 letur upp listaframsýning við Arnold Vegghamar.

Fernisering verður sunnudagin kl. 15:00, og Karstin Olgar (Oggi) Lamhauge kemur at røða.

Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, verður møguligt at hitta listamannin sjálvan og annars njóta framsýningina.

Hans Andrias Jacobsen syrgir fyri tónleikinum.

Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi í allan januar mánaða og eru øll hjartaliga vælkomin at vitja.

Gott nýggjár !

Gamla Seglhúsið ??? Klaksvíksvegur 48.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder