Vága Tjóðveldisfelag hevur havt aðalfund, og nýggja nevndin hevur skipað seg.
Árni Jacobsen úr Miðvági heldur fram sum formaður. Sólvá Jacobsen úr Sandavági er nývald í nevndina og er peningarøkil, og Ingolf S. Olsen úr Sørvági er skrivari. Jóan Petur Joensen úr Sandavági bar seg undan afturvali til nevndina, men tók tó við vali sum varalimur.
Um farna árið greiddi Árni Jacobsen millum annað frá, at nevndin hevði verið rættiliga virkin við nógvum fundum, eins og hon hevði skipað fyri fleiri almennum fundum, har uttanhýsis gestir høvdu verið við. Uttanhýsis gestirnir høvdu í fyrsta lagi verið umboð fyri ting- og landsstýrismanning floksins.
Eftir aðalfundin hesaferð var opin fundur, har Magni Arge, fólkatingsmaður, greiddi frá fólkatingsarbeiðnum og fólkatingsvalinum, sum verður í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald