Hósdagin 3. september hava Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Jeppe Kofod, danskur uttanríkisráðharri, fund.
Hetta er árligi fundurin millum landsstýrismannin í uttanríkismálum og danska uttanríkisráðharran.
Á skrá fyri fundin eru m.a. trygdarstøðan í Norðurhøvum, langtíðarætlan fyri arktiska arbeiðið hjá londunum báðum og styrkt samstarv á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum
Fundurin verður í Tinganesi. Í samband við fundin verður tíðindafundur kl. 11 í Tinganesi.
Orsaka av koronasmittuni skulu fjølmiðlar, sum ætla at luttaka á tíðindafundinum, boðað frá luttøku á [email protected] í seinasta lagi hósdagin kl. 10.
Seinnapartin fara ráðharrarnir til Suðuroyar, har m.a. verður vitja í kolanámunum í Rangabotni, hjá Varðanum Pelagic og í Salt á Drelnesi.
Fríggjadagin hava landsstýrismaðurin og danski uttanríkisráðharrin fund við Løgtingsins Uttanlandsnevnd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald