2020-01-05 00:41

Arctic Voyager setti í kvøld, um 20 tíðina, kós á Fuglafjørð har teir skulu landa makrel til Pelagos. Arctic Voyager kom á makrelfeltið vestur úr Hetlandi fyri einum døgni síðan.
Arctic Voyager hevur henda túrin fingið 1100 tons av makreli, sum teir landa til Pelagos í Fuglafirði. Støddin á makrelinum liggur um 440 gramm. Møguliga verður okkurt landa til Vestmanna Seafood og TG Seafood í Hvalba.
Arctic Voyager verður inni seinnapartin sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald