Vinna

Arctic Viking verður klárur at fara til fiskiskap aftur hálvan mars

...

2019-02-27 16:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Rækjutrolarin Arctic Viking skiftir motorar og fær samstundis eina stóra umvæling á Skipasmiðjuni MEST í Havn.

Høvuðsmotorurin verður skiftur, nýggi høvuðsmotorurin verður 3.000 KW, tann gamli var 2.700 KW, eisini verða báðir ljósmotorarnir skiftir, teir verða 600 KW hvør.

Nýggj alarmskipan verður sett í øll rúmini á skipinum (Tað verður krav komandi ár), harafturat verða nógv viðlíkahaldsarbeiðir gjørd, áðrenn skipið fer aftur til fiskiskap.

Botnurin á Arctic Viking verður klassaður, soleiðis at ikki er neyðugt at skipið fer á beding aftur, fyrrenn um tvey ár, segði Jens M. Mohr á MEST, tá ið vit tosaðu við hann fyrr í dag, hann roknaði við at um hálvan mars, kundi skipið handast eiðarunum aftur.

Arctic Viking er bygdur á Langsten skipasmiðjuni í Norra í 1986, skipið er 58 metrar langt og 13 metrar breitt.

Tað er P/f Líðin í Kollafirði sum eigur Arctic Viking.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder