Vinna

Arctic Viking landar grønlandsrækjur í Íslandi

...

2020-02-14 16:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Arctic Viking, sum hevur verið til rækjufiskiskap í Eystur-Grønlandi, landar í dag á Hafnafirði í Íslandi.

Teir hava gjørt ein góðan túr, hóast veðrið hevur verið sera buldrasligt, sigur Niklái Petersen skipari við okkum á JN.fo - teir hava havt nógvar bakkdagar, tað hevur ikki verið so kalt - lufthitin hevur ligið um 0 gradir og sjógvurin tað sama, sigur Niklái.

Arctic Viking fór úr Føroyum 5. januar, skipið er fullfermt av rækjum, t.v.s. góð 400 tons, sum helst verður selt fyri útvið 15 milliónir.

Manningin telur 18.

Teir skifta manning mánadagin, tá verður farið aftur til Eystur-Grønlands.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder