2020-03-25 14:27

Tað hevur verið óvanliga ringt veður við Eystur-Grønlandi, sigur Bjarni Petersen, skipari á Arctic Viking, sum er á rækjuveiðu har - tað hava verið nógvir bakk-dagar.
Arctic Viking byrjaði fiskiskap 19. februar, tað hevur bara verið helvtin av tíðini, har vit hava havt effektivt fiskarí, segði Bjarni, tá ið vit tosaðu við hann í dag.
Men hóast tað, so roknar Bjarni við, at lastinn verður full fyrst í komandi viku, Arctic Viking lastar 460 tons.
Teir landa helst í Íslandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald