Vinna

Arctic Viking hevur hampuligan fiskiskap í Eystur-Grønlandi

...

2020-02-03 10:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Rækjutrolarin Arctic Viking hevur havt hampuligan fiskiskap Í Eystur-Grønlandi, teir fóru úr Føroyum 5. januar, Arctic Viking hevur góð 300 tons inni, tað eru góðar rækjur, segði skiparin Niklái Petersen við okkum á JN.fo í gjárkvøldið.

Veðrið hevur verið so sum so, teir hava  ligið bakk nakrar dagar, tá var  vindferðin millum 30 og 40 m/sek., seinastu vikuna hevur viðrað væl, tað var mestsum eingin ísur í farnu viku, sum darvaði fiskiskapin, tað ið er meira sjálvsamt er, at hitin bæði í luftini og sjónum liggur um 0 stig, sum er óvanligt hesa tíðuna.

Veðurforsøgnin sær hampulig út fyri hesa vikuna, sigur Nikái Petersen skipari.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder