Politikkur

Arbeiðsvikan viðgjørd eftir ólavsøku

...

2020-04-21 13:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Javnaðarflokkurin fer at arbeiða fyri, at arbeiðsvikan so líðandi verður stytt niður í 37 tímar. Men orsakað av broyttum umstøðum í løgtinginum, verður tað ikki viðgjørt í hesum tingárinum. Javnaðarflokkurin fer tí at leggja tað fram aftur beint eftir ólavsøku.

Eins og so nógv annað, so er tingarbeiðið eisini merkt av koronasmittuni. Tingarbeiðið hevur ligið stilt í longri tíð, og tí er arbeiðsbyrðan stór, nú farið verður undir viðgerðir aftur í dag. Og hóast arbeitt verður meira og longur enn vanligt, varð neyðugt at taka nøkur uppskot aftur, sum eru løgd fram.

- Fyri okkum í Javnaðarflokkinum merkir tað tíverri, at málið um styttri arbeiðsviku ikki verður viðgjørt á hesum sinni. Vit sleppa tí kortini ikki, tí ætlanin er at leggja tað fram aftur beint eftir ólavsøku, sigur Aksel V. Johannesen, formaður.

Javnaðarflokkurin heldur, at arbeiðsvikan so líðandi skal styttast niður í 37 tímar um vikuna. Talið av teimum, sum gerast strongd, er hækkandi í okkara parti av heiminum, og ein møgulig orsøk til hesi viðurskifti kann vera, at tað er trupult at fáa arbeiðslív og familjulív at hanga saman, vísir Javnaðarflokkurin á í uppskotinum.

Harafturat hava fleiri fakfeløg m.a. Heilsuhjálparafelagið og Starvsmannafelagið víst á, at tørvur er á at stytta arbeiðsvikuna. Heilsuhjálparar, heilsurøktarar og sjúkrarøktarfrøðingar vísa millum annað á, at tað innan heilsuøkið ikki ber til at arbeiða fulla arbeiðsviku í trískiftisvaktum uttan at bróta sáttmála ella lóg á økinum.

- Tí fara vit í Javnaðarflokkinum framvegis at arbeiða fyri hesum málum, og vit vóna, at undirtøkan verður góð, tá viðgerðirnar verða í løgtinginum hinumegin summarfrítíðina, sigur Aksel V. Johannesen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder