2020-01-10 19:55

Landsverk: Týsdagin fekk Landsverk tungu boðini um, at ein arbeiðsvanlukka á Hústoft hevði kravt eitt mannalív. Talan var um 73 ára gamla Walther Thomassen, sum var farin út av við einum dumpara í grótbrotinum. Saman við avvarðandi myndugleikum ger stovnurin nú alt fyri at kanna orsøkina til vanlukkuna.
Landsverk hevur mist eitt gott og dugnaligt starvsfólk, sum hevur lagt størsta partin av sínum arbeiðslívi á stovninum.
Stovnurin vil við hesum vísa djúpastu samkenslu og lýsa frið yvir minnið um ein góðan starvsfelaga. Tankarnir eru hjá familjuni, sum hevur mist.
Jarðarferðin verður í Hvalvíkar kirkju sunnudagin 12. januar klokkan 13.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald