
Hagstovan skrivar:
Í desembur 2018 var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1,2%, samanborið við 1,3% mánaðin frammanundan og 2,2% fyri einum ári frammanundan. Hjá mannfólki var arbeiðsloysið 1,0% og hjá konufólki 1,5%. Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 363 persónar í desembur í ár, tað eru 256 færri enn sama mánað í fjør. Størsta broytingin í arbeiðsloysinum er í Suðuroy, har tað nú er 2,1% samanborið við 4,8% sama mánað í fjør.
Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu fjúrtan árini, eins og munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð, og árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum. Aftast í hesi grein er ein lýsing av hesum hugtøkum.
Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá desembur 2017 til desembur 2018, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.
Munurin millum kynini er minkaður nógv
Tá arbeiðsloysið av álvara fór at minka eftir fíggjarkreppuna, minkaði tað nógv skjótari hjá monnum enn hjá kvinnum, men síðstu tvey-trý árini hevur munurin verið so at siga óbroyttur ??? tó so, at síðani desembur 2017 er arbeiðsloysið hjá kvinnum minkað úr 2,7 niður í 1,5%, meðan tað hjá monnum er minkað hjá monnum úr 1,7 niður í 1,0%.
Arbeiðsloysið minkað nógv í øllum sýslum ??? nógv mest í Suðuroy
Í øllum sýslum er arbeiðsloysið minkað hetta 12-mánaðar skeiðið. Størsta minkingin er í Suðuroy úr 4,8% niður 2,1%. T.v.s. við nógv meira enn eini helvt. Lutfalsliga er hetta størsta minkingin samanborið við hini økini í landinum, og munurin er nú ikki so stórur millum Suðuroy og hini økini.
Javnt minst er arbeiðsloysið í Norðoyggjum, Eysturoy og Norðstreymi, har tað er millum 0,7 ??? 0,8%.
So er eitt lítið glopp upp til Vága sýslu við 1,1%, Sandoyar og Suðurstreymoyar økið við 1,4 - 1,5%.
Størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 2,1%.
Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Eysturoy og Norðstreymi við 0,6%. Hinvegin er tað hægsta hjá kvinnum í Suðuroy við 2,7%.
Verður hugt nøkur ár aftureftir er arbeiðsloysið sum heild minkað sera nógv. Tó hevur fallið verið ójavnt í ymisku sýslunum og sveiggjandi. Suðuroyar sýsla er tó í eini serstøðu, har tað hava verið ógvislig sveiggj í arbeiðsloysinum, samstundis sum tað hevur ligið langt oman fyri støðuna í landinum annars, men nú er tann munurin minkaður nógv.
Arbeiðsloysi minst hjá teim yngstu og teim í miðjum aldri
Minsta arbeiðsloysið við hjá teimum í ardursbólkinum 45-54 ára gomlu við 0,9% og síðan hjá teimum yngstu 16-24 ár gomlu við 1,0%. Hægst er tað hjá teim 25-34 ára gomlu við 1,7%. Serliga stórur er munurin millum kynini júst í hesum aldursbólkinum, har tað er meira enn dupult so stórt hjá kvinnum sum hjá monnum. Ein lutfalsliga stórur partur av hesum eru skrásett sum arbeiðsleys eftir forsorgarlógini, tvs. ikki í ALS men í Almannaverkinum.
Um árstíðarjavning
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.
Trý mát: rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíð, og árstíðarjavnað
Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru íroknað skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni.
- Hetta eru tey, sum eru rakt av arbeiðsloysi, og her telja øll líka, líka mikið hvussu lítið ella nógv tey eru arbeiðsleys í tíðarskeiðinum.
- ??t frá skrásetta talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys, t.v.s. arbeiðsleys allar 40 tímarnar í vikuni. Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys.
- Síðan verður eisini roknað eitt árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum.
Dagførdu arbeiðsloysistølini eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald