JN

Arbeiðsloysið er óbroytt 3,2%

...

2015-01-23 17:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hagstovan skrivar:

Í desember 2014 var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið 883 fólk, svarandi til 3,2%. Tað eru eitt fleiri enn í november men 265 færri enn fyri einum ári síðani.

Í  2014 minkaði arbeiðsloysið nakað meir hjá monnum enn hjá kvinnum. Frá desember í 2013 til desember í 2014 minkaði arbeiðsloysið hjá monnum úr 516 í tali, ið eru 3,5%, niður í 343, ið eru 2,3%. Hjá kvinnum minkaði arbeiðsloysið úr 628 í tali, ið eru 5,0%, niður í 541, ið eru 4,3%. Sostatt minkaði arbeiðsloysið hjá monnum við 173 og hjá kvinnum við 87. 

Tá arbeiðsloysið ikki er árstíðarjavnað, er tað 898 fólk í talið ella 3,3% í desember 2014. Hetta eru 48 fleiri enn í november 2014 men 273 færri enn í desember 2013.

Skrásett, fulltíðarroknað og árstíðarjavnað
Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru íroknað skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni. ??t frá skrásetta talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys. Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys. Síðan verður eisini roknað eitt árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum (sí meir um árstíðarjavning niðast).

Myndin niðanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðani 2008, tá tað er lægst, eins og sjónliga munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum, umroknað til fulltíð og so árstíðarjavnað.

Stórur munur í arbeiðsloysi millum kyn og aldursbólkar
Arbeiðsloysið hjá kvinnum er vanliga nakað størri hjá kvinnum enn hjá monnum. Býtt eftir aldri er tað oftast størst hjá teim elstu, men at tað kann vera meira skiftandi millum aldursbólkarnar, sæst í talvuni og á myndini niðanfyri, har arbeiðsloysið í desember 2014 er býtt á aldur og kyn.

Arbeiðsloysið í aldursbólkunum er sera ymiskt, alt eftir kyni. Hjá monnum er tað hægst í elsta aldursbólkinum 55-66 ár, men hjá kvinnum er tað hægst í aldrinum 25-34 ár. Lægsta arbeiðsloysið hjá monnum er í aldrinum 45-54 ár og hjá kvinnum í yngsta aldursbólkinum 16-24 ár.

Samanlagt er minsta arbeiðsloysið hjá teim yngstu 16-24 ár. Fleiri orsøkir kunnu vera til tess. Ein kann vera, at í hesum aldursbólki eru lutfalsliga fleiri, ið hvørki eru skrásett í ALS- ella Almannastovuskipanini fyri arbeiðsleys, m.a. tí tey ikki hava eins fast tilknýti til arbeiðsmarknaðinum sum tey eldru.
 

At arbeiðsloysið er størri hjá kvinnum enn hjá monnum er heldur vanligt, sum sæst á myndini niðanfyri. Einasta undantakið er í tíðarskeiðnum, tá arbeiðsloysið var skjótt veksandi eftir fíggjarkreppuna 2009-2010. Tá arbeiðsloysi fer at minka aftur á vári 2011, minkar tað skjótari hjá monnum, so at munurin hevur verið vaksandi, serliga tvey tey síðstu árini. 

??javnt arbeiðsloysi í sýslunum
Lutfalsliga er minsta arbeiðsloysið í Eysturoyar sýslu við 2,3%, har tað hjá monnum er 1,4%, samanborið við 3,4 hjá kvinnum. Sandoy er í serstøðu við tí hægsta arbeiðsloysinum á 7,6. Í hinum sýslunum liggur arbeiðsloysið millum 3 og stívliga 4%.

 

 

 

Arbeiðsloysistølini fyri desember 2014 eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum.

Um árstíðarjavning
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder