Vinna

Arbeiðsloysið 0,8% í oktober - lága arbeiðsloysi stendur við

...

2020-01-03 10:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hagstovan skrivar: Í oktober var arbeiðsloysið 0,8% og er nú aftur metlágt. Lægsta arbeiðsloysið varð annars mált mánaðin fyri, tá var tað 0,9%.

Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin.

Arbeiðsloysið var 0,8% í oktober, samanborið við 1,2% í oktober 2018. Tað svarar til knappliga 250 fulltíðararbeiðsleys. Gongdin vísir, at lága arbeiðsloysið stendur við.

prosentArbeiðsloysi% av arbeiðsfjøldiniArbeiðsloysiðTrendurÁrstíðarjavnaðJan '08Jul '08Jan '09Jul '09Jan '10Jul '10Jan '11Jul '11Jan '12Jul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19200020100,05,010,00,8 %Mai 2011???Arbeiðsloysið:7,0 %

Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysi fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa arbeiðsloysisprosentið og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini.

Í oktober var arbeiðsloysið 0,8% hjá monnum og 0,9% hjá kvinnum. Arbeiðsloysi er sostatt næstan eins hjá báðum kynum. Sama mánað í fjør var tað 1,0% hjá monnum og 1,4% hjá kvinnum.

prosentArbeiðsloysi, kyn% av arbeiðsfjøldMannfólkTrendurKonufólkTrendurJan '08Jul '08Jan '09Jul '09Jan '10Jul '10Jan '11Jul '11Jan '12Jul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19200020100,05,010,00,8 %

Myndin niðanfyri vísur arbeiðsloysi eftir øki.

02,557,5Arbeiðsloysi, bústaðarøki% av arbeiðsfjøld0,7 %0,7 %0,6 %0,6 %0,4 %0,4 %1,0 %1,0 %0,7 %0,7 %1,2 %1,2 %1,6 %1,6 %
Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Stívliga helvtin av teim arbeiðsleysu hava verið arbeiðsleys styttri enn 3 mánaðir. prosentTíð í arbeiðsloysiprosentbýti av tíð í arbeiðsloysi1-29 dagar30-89 dagar90-179 dagar180-364 dagar365+ dagarJan '17Mar '17Mai '17Jul '17Sep '17Nov '17Jan '18Mar '18Mai '18Jul '18Sep '18Nov '18Jan '19Mar '19Mai '19Jul '19Sep '19201720182019050100Hví eru arbeiðsloysistølini tveir mánaðir afturút?Orsøkin til, at arbeiðisloysistølini eru umleið tveir mánaðir afturút, er, at fleiri seinkaðar skrásetingar um tey arbeiðsleysu verða gjørdar, eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað góðar tveir mánaðir, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.Stutt um arbeiðsloysiArbeiðsleys eru persónar millum 16-66 ár, sum eru skrásettir sum arbeiðsleysir hjá ALS og Almannaverkinum.Arbeiðsleys eru uttan nakað arbeiði, eru fult tøk fyri arbeiðsmarknaðin og eru virkin arbeiðssøkjandi.Tvey mát verða brúkt at gera arbeiðsloysið upp: fulltíðararbeiðsloysi og rakt av arbeiðsloysi:Rakt av arbeiðsloysi: Tal á persónum, sum hava verið arbeiðsleysir 1 dag ella fleiri í mánaðinum.Fulltíðararbeiðsloysi: Av tí at øll ikki eru arbeiðsleys allar dagar í einum mánaði, verða øll, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsleys.Arbeiðsloysisprosent: Fulltíðararbeiðsloysið í mun til støddina á arbeiðsfjøldini.Stutt um trendinGongdin er lýst við trendinum, ið vísir rákið í arbeiðsloysinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder