Lýsing

Arbeiðsforkvinna/maður til góðskingarvirkið í Sørvági

...

2021-05-08 14:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

P/F Luna, sum framleiðir Hiddenfjord laks, hevur verið í stórari menning í gjøgnum nógv ár. 

Fyritøkan hevur smoltstøð, aling og góðskingarvirki. Tað arbeiða uml 200 fólk hjá okkum. Vegna støðugan vøkstur og eftirspurning eftir okkara góðskugóða og vælumtókta laksi, kunnu vit bjóða hetta spennandi og avbjóðandi starvið: 

 

 

Arbeiðsforkvinna/maður til góðskingarvirkið í Sørvági 

 

Vil tú vera við til at leiða framleiðsluna á góðskingarvirkinum í Sørvági? 

Vit leita eftir einum fyrikomandi og framfísnum arbeiðsformanni/kvinnu til góðskingarvirkið. Talan er um fulltíðarstarv og tú kemur at arbeiða tætt saman við fleiri øðrum starvsfólkum á framleiðsludeildini. Tú kemur at vísa til Jóan Karl Joensen, virkisleiðara.   

 

 

Arbeiðsuppgávur 

  • Leiða starvsfólk á virkinum, soleiðis at tey trívast og avrika væl. 

  • Daglig stýring og uppfylging av framleiðsluni á virkinum 

  • Setan av starvsfólkum og at manna ymisku arbeiðsøkini á virkinum á bestan hátt  

  • Aðrar fyrikomandi uppgávur 

 

Førleikakrøv 

  • Fyrikomandi og dámar væl at arbeiða við fólkum. 

  • Tað er ein fyrimunur við viðkomandi útbúgving, men hetta er ikki ein treyt 

  • Væl skipað/ur og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi 

  • Ágrýtin, álítandi og arbeiðssom/samur 

  • Góðar telduførleikar 

 

Løn og setunarviðurskiftir 

Løn og setunarviðurskiftir verða sæmbært avtalu við arbeiðsgevaraTalan er um fulltíðarstarv og roknast kann eisini við eitt sindur av arbeiði uttanfyri vanliga arbeiðstíð.  

 

Umsókn 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóan Karl Joensen, virkisleiðara, tel +298 288260 ella teldupost til [email protected] 

 

Umsóknarfeist er sunnudagin 16mai 2021 

 

Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til joankarl.joensen @hiddenfjord.com 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder