Politikkur

Arbeiðir landsstýrið við nakrari ætlan um, hvussu vit kunnu fáa ein grønari fiskiflota

...

2019-02-12 17:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Elsebeth MercedisGunnleygsdóttur

løgtingsmaður

 

 

Munnligurfyrispurningur

 

til

 

SiriðStenberg, landsstýrismann

 

viðvíkjandigrønari fiskiflota

 

1.       Arbeiðir landsstýrið við nakrar ítøkiligari ætlanum, hvussu vit kunnu fáa ein grønari fiskiflota?

2.       Hevur landsstýrismaðurin gjørt sær nakrar tankarum, hvørja ávirkan uppboðssølan og vaksandi tilfeingisgjøldini hava á CO2útlátið í fiskiflotanum?

3.       Um 4 gomul skip vórðu skift um við 4 nýggj skip,hvussu nógv hevði CO2 útlátið lækkað?

Viðmerkingar:
Sambært Umhvørvisstovuni stendur fiskiflotin fyri42% av samlaða føroyska CO2 útlátinum. Sostatt er neyðugt, um vit skulu røkkamálinum fyri einum grønari Føroyum, at fiskiflotin verður skiftur út viðgrønari og umhvørvisvinarligari skip. Tað er tó lítið, ið bendir á, atlandsstýrið ætlar at gera nakað við málið. Hetta sæst m.a. aftur í lógini umsjófeingi, har samgongan hevur samtykt bæði uppboðssølu og menningarkvotur,fyri ikki at tala um ætlanirnar at hækka tilfeingisgjøldini, og vaksandi óvissunaum fiskiloyvini. Reiðaríini hava ikki møguleikan at gera íløgur í nýggj skiporsakað av fiskivinnunýskipanini. Tað ber neyvan til at hava bæði uppboðssølu, tilfeingisgjøldog ein grønan fiskiflota. Tað letur seg ikki gera. Tí má samgongan velja. Vilhon hava pengar í landskassan, ella raðfestir hon umhvørvið.  

 

 

Á Løgtingi 13. februar 2019

ElsebethMercedis Gunnleygsdóttur

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder