Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2021 eru 3 mió. kr. settar av til at seta í verk eina heildarætlan at menna eina felags KT-loysn fyri fólkaskúlan, miðnám og hægi útbúgvingar.
Endamálið er at styrkja KT-umhvørvið á skúlunum. Hetta eitt nú fyri at økja um KT-trygdina í undirvísingargeiranum, betra um samskiftismøguleikar millum skúla, fakfólk og heim, og fyri sleppa undan dupultarbeiði í fyrisitingini á skúlum, hjá myndugleikum og hjá næmingum.
Heildarætlanin fevnir um tvey høvuðsátøk:
Fyrra høvuðsátakið er eitt Skúlanet, eitt felags kt-undirstøðukervi, ið svarar til tað, sum Landsnet er fyri landsstovnarnar. Skúlanetið er ein KT-felagskapur millum Undirvísingarstýrið, Nám, kommunurnar, fólkaskúlan, miðnám og Fróðskaparsetrið og KT Landsins. Størsti parturin av uppgávunum verða útveittar til føroysku KT-vinnuna.
Seinna høvuðsátakið er at menna eina framkomna og trygga lestrarfyrisitingarskipan, (LFS), ið er felags fyri fólkaskúla, miðnám og fróðskaparsetur. Verandi KT-skipanir eru fongdar við álvarsligum trygdarveikleikum, sum bæði Landsgrannskoðan og Dátueftirlit hava víst á. LFS setur dik á talgilda skúlaumsiting, lærupallar og samskifti millum skúla, næming og heim. ??r LFS fáast álítandi hagtøl til skúlar, myndugleikar og politisku skipanina.
Í september fekk Jenis av Rana, landstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, handað tilmæli um heildarætlanina ???Saman um eina trygga KT-loysn???. Heildarætlanin er útlit av eini umfatandi tilgongd, sum byrjaði í 2019, har Undirvísingarstýrið, Nám og Uttanríkis- og mentamálaráðið hava staðið fyri fyrireikandi arbeiðinum. Í tilgongdini hava stovnar, kommunur og umboð fyri allar partar av undirvísingarverkinum luttikið, so sum skúlaleiðslur, lærarar og KT-starvsfólk.
???Risa stór menning fer fram innan KT, ið hevur við sær nýggjar møguleikar, og sum samstundis setta krøv til allar geirar í samfelagnum. Eisini í Føroyum er stór menning farin fram, eitt nú við verkætlanini Talgildu Føroyar,??? sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður. ???Tó er okkara undirvísingarverk í ein ávísan munn blivin eftirbátur, og við hesi heildarætlan vilja vit lyfta og framtíðartryggja KT-umhvørvið í undirvísingarverkinum. Eg vil tí eisini nýta høvi at takka øllum pørtunum, sum hava tikið lut og givið sítt íkast til hesa framskygdu heildarætlan.???
Í 2021 eru 3 mió. kr. settar av til heildarætlanina, meðan 37 mió. kr. eru ætlaðar til arbeiðið árini 2022-2025. Ein verklagslóg verður gjørd fyri verkætlanina. Arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi við KT Landsins og Talgildu Føroyar. Málið er at Skúlanetið og nýggja LFS eru sett í verk í øllum undirvísingarverkinum í 2025.
Sí meira kunning um heildarætlanina á heimasíðuni hjá Undirvísingarstýrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald