Altjóða arbeiðaradagurin, ið eigur at vera fagnaðardagur, er í dag vorðin ein stórur sorgardagur. Sosialistiska samgongan hevur nevniliga samtykt eina lóg, ið hevur við sær, at tað loysir seg betur at vera á forsorg, enn at arbeiða!
Hóast umboð samgongurnar møttu fjølment upp á vaglinum, smílandi og glað, viðtóku tey løtu seinni lógina um forsorg, ið hevur við sær, at lesandi og stakir uppihaldarar við tveimum børnum fáa ávikavíst 18.653 kr. og 20.414 kr. um mánaðin. NETTO, tvs. aftaná skatt og avgjøld - umframt ókeypis ansingarpláss!
Hetta svarar til leiðaraløn á meira enn 35.000 kr. um mánaðan.
Sjálvandi skulu vit hjálpa teimum, sum hava brúk fyri hjálp, men tað má altíð vera soleiðis, at tann, sum arbeiðir, hevur meira pengar eftir um mánaðan, enn ein á forsorg!
Vanligi arbeiðarin, flakakvinnan, krambakallurin, forvinnur nógv minni enn 35.000 kr. um mánaðan. Ein vanlig arbeiðsløn liggur um 20.000 til 25.000 kr. um mánaðan.
Tað, sum ger støðuna uppaftur verri, er, at um ein, sum er á forsorg, fer til arbeiðis og tjenar 20.000 kr. um mánaðan, fær viðkomandi 700 kr. meira at liva fyri. Tað svarar til, at viðkomandi fær 4 kr. meira um tíman, um viðkomandi velur at fara til arbeiðis, heldur enn at vera á forsorg.
Hetta kunnu vit ikki gera móti arbeiðaranum. Tað eru jú arbeiðarin, ið rindar.
Arbeiðarin er gloydur og dottin niðurímillum - enntá á altjóða arbeiðaradegnum!
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald