Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um marginalskattaprosent í sambandi við løgtingslóg um familjuískoyti,
settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss (at svara skrivliga
eftir TS § 52a)
1.
Hvat er
margninalskattaprosentið í løgtingslóg
um familjuískoyti?
2.
Kann landsstýrismaðurin herundir
lýsa við dømum, hvat marginalskattaprosentið er hjá húskjum við ársinntøku upp á
ávikavist 250.000 kr., 300.000 kr. og 350.000 kr.?
Viðmerkingar
Hóast ábøtur eru gjørdar seinastu árini til
tess at bøta um viðurskiftini hjá fólkum, ið liva í fátækraváða, so er líkt til
sambært Hagstovuni, at talið av fólkum, ið liva í fátækraváða er vaksandi. Feskastu tølini hjá Hagstovu
Føroya siga, at meðan tað í 2013 vóru 4.848 føroyingar, ið liva í
fátækraváða, so er hetta talið vaksið
upp í 5.126 í 2014.
Orsøkirnar til hesa hækking kunnu vera mangar,
men spurningurin reisir seg eisini, hvørt tey átøk og politisk tiltøk, sum eru
sett í verk seinastu árini, veruliga raka rætt. Hóast vit øll ynskja at hjálpa
fólkum í fíggjarligari trongstøðu, so kann tað tíverri vísa seg, at tey tiltøk,
ið verða sett í verk hava øvugan virknað. Eitt gott dømi um hetta er skipanin
við fíggjarligum fríplássi. Upprunaliga ynskti man at gera eina skipan til
fíggjarliga sperdar barnafamiljur.
Um inntøkan hjá hesum familjum var undir
240.000 um árið fekk viðkomandi fult fíggjarligt fríplás. Vaks inntøkan, so
varð hetta mótroknað í fíggarliga fríplássinum. Fór inntøkan upp um 284.000 so
fall fríplassið burtur. ?? verki virkar skipanin við fríplásum sum ein
stigvaksandi skattur. Sambært heildarætlanini um ???Fólkaflyting og
fólkavøkstur???, so verður víst á, at
marginalskattaprosentið í talstrekkinum 240-284.000 er heili 132 %.
?? verki merkir skipanin, at fer persónur upp í
løn úr 19.500 kr. um mánaðin fyri skatt til 26.500 kr. um mánaðin fyri skatt,
so hækkar reella tøka inntøkan bert við uml. 250 kr. um mánaðin hjá viðkomandi.
Sostatt heldur skipanin við fíggjarligum fríplássum eitt nú til stakar
uppihaldarar í einari láglønarstøðu. Tað
eru serliga miðallønt, sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingar og lærarar, ið
verða hart rakt av hesi skipan. Í heildarætlanini um ???Fólkaflyting og
fólkavøkstur??? varð mælt til at fáa broytt hesa skipan skjótast gjørligt.
I fjør
varð semja gjørd millum Almannamálaráðið og kommunurnar um, at ovara markið skuldi hækka upp í 330 tús. krónur.
Hóast hetta var ein bati, so er skipanin framvegis ikki nøktandi í mun til
marginalskattaprosentið. Semja varð tí eisini við kommunarnar um at endurskoða
alla skipanina við fíggjarligum fríplássum í síni heild.
Fyri jól varð
løgtingslóg um familjuískoyti samtykt. Tað er sannlíkt, at hendan lógin hevur líknandi virknað sum
skipanin við fíggarligum fríplássi. Treytin fyri at fáa fult familjuískoyti er,
um inntøkan hjá húskinum er niðan fyri 190.000 um árið. Tá ársinntøkan er oman
fyri 190.000 kr., minkar familjuískoytið, ella við øðrum orðum virkar hetta sum
ein øktur skattur. Familjuískoytið er 18.000 kr. um árið til støk foreldur, ið
búgva einsamøll við einum barni. Til onnur við einum barni er familjuískoytið
22.000 kr. um árið.
Hóast tað fleiri ferðir varð spurt nærr um
hetta undir viðgerðini í tinginum, fingu tingfólkini einki svar frá
landsstýrisfólkunum um marginalskattaprosentið við hesi nýggju skipan. Til tess
at fáa greiði á hesum verður hesin
fyrispurningurin settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum
Á
Løgtingi hin 9. juni 2016
Annika Olsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald