Í lesarabrævi ídag skrivar Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, at Javnaðarflokkurin hevur boðað frá, at vit skulu hava eina millumkommunala útjavning í Føroyum. Annika Olsen er ímóti eini kommunalariútjavningarskipan, og tí fekk hon stjørnurí eyguni, nú hon endiliga fann okkurt at fara til kommunuval uppá. Okkurt at vera ímóti. Trupulleikin er bara tann, at Javnaðarflokkurin als ikki hevur boðað frá, at vit skulu hava eina millumkommunala útjavningarskipan í Føroyum.
Ein fyrispurningur ikki ein fráboðan
Jú Javnaðarflokkurin arbeiðir fyri, at ølløki í landinum fáa gagn av tí ovurstóra tilfeinginum, sum vit eiga her á landi. Og jú Javnaðarflokkurin hevur eisini størstanáhuga í at tryggja, at einki øki í landinum dragnar afturúr í menningini. Hetta saman við seinastu broytingunum á fiskivinnuøkinum, sum savnar ríkidømið áalsamt færri hondumímongár framyvir, fekk Jóhannis Joensen, tingmann fyri Javnaðarflokkin, at seta landsstýrismanninum ein fyrispurning um evnið.
At ein einstakur tinglimur fyri ein flokk setir ein fyrispurning um, hvørjarætlanir landsstýrismaðurin hevur á einum øki, er ikki tað sama sum, at flokkurin boðar frá, at nú skal hetta gerast. Harafturat eru fleiri ymiskir mátar at útjavna virðini millum kommunurnar, og hvørki Jóhannis Joensen ella Javnaðarflokkurin hava sagt nakað sum helst um, hvør máti er hin besti. At tað skal vera millumkommunal útjavning er nakað, sum Annika Olsen sjálv hevur funniðuppá.
Samgongan lækkaði útreiðslurnar hjá teimum lægst løntu
Harafturat sigur Annika Olsen, at við Javnaðarflokkinum á odda vórðu lógaruppskot samtyktá Føroya Løgtingi, ið kostaðu føroysku kommununum 60 milliónir krónur. Hetta erheldur ikkirætt.
Men tað er rætt, at Javnaðarflokkurin lækkaði forskattingina á 40 %, sum Fólkaflokkurin álegði øllum at rinda. Fólkaflokkurin álegði vaskikonuni og útróðrarmanninum at rinda 40 % í eftirlønarskatti av fyrstu krónu - sama skattaprosent sum bankastjórin. Hetta hildu vit í Javnaðarflokkinum vera púra burturvið, og tí lækkaði undanfarna samgonga eftirlønarskattin hjá lægst løntum úr 40 % niður í 30 %. Ein minking, sum veruliga munar hjá fólkinum.
Tað er eisini rætt, at vit lækkaðu tvungnu uppsparingina úr 15 %, sum Fólkaflokkurin álegði fólkinum, niðurí 12 %. Tað kann ikki vera rætt, at vanligi lønmóttakarin skal spara ein so stóran part av lønini upp til eftirløn. Tað merkir fyri tey lægst løntu, at tey hava meira at liva av, tá tey gerast pensjónistar, enn tá tey eru mitt í lívinum oghava smá børn og dragast við stór sethúsalán.
Harafturat er vert at vísa á, at vit ikki høvdu verið komin upp um tey 12 % fyrr enn í 2026. Tí kann Annika Olsen undir ongum umstøðum tosa um mistar inntøkur í hesum sambandi, tí kommunurnar hava ikki borið eyga við hesar krónurnar enn.
Allar broytingar mugu takast við í roknistykkið
Skulu vit tosa um broytingar í inntøkunum hjá kommununum, so mugu vit taka allar broytingarnar við. Undanfarna samgonga hækkaði inngjaldið og útgjaldið úr Samhaldsfasta, eisini serliga til gagns fyri tey lægst løntu, og við hesum fingu kommunurnar nógv hægri inntøkur. Í veruleikanum munaðu hesar broytingar so nógv, at broytingarnar á pensjónsøkinum tilsamans góvu kommunukassunum eitt samlað yvirskot.
Annika Olsen hevur fyrr víst á, at vit ikki kunnu telja Samhaldsfasta við, tí tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum rinda inn í Samhaldsfasta. Eg veit ikki, um Annika Olsen heldur, at skatturin, sum kemur frá privatu uppsparingunum, dettur niður av himli. Eg kann upplýsa Anniku Olsen, at tað eru júst somu partar á arbeiðsmarknaðinum, sum teir, sum rinda inn í Samhaldsfasta.
Bókhaldið í kommununum markerar neyvan, hvør króna telur við og ikki, tá ársúrslitið hjá kommunum skal gerast upp. Allar broytingar mugu takast við í roknistykkið.
Javnt góð tænasta kring alt landið
Í Javnaðarflokkinum er tað eingin, sum vil kommununum ilt. Tvørturímóti vilja vit tryggja okkum, at allar kommunur í landinum hava umstøður til at veita borgarum sínum eina javnt góða tænastu uttan mun til postnummar. Men eg má skuffa Anniku Olsen. Tí um hetta skal gerast við eini millumkommunalari útjavningarskipan ella um hetta er ein landsuppgáva, hava vit ikki tikiðnakra felags støðu til í Javnaðarflokkinum.
Vónandi finnur Annika onnur mál at fara til val uppá enn at verja borgararnar í Tórshavnar Kommunu ímóti Javnaðarflokkinum orsakað av millumkommunalari útjavning.
Aksel V. Johannesen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald