Politikkur

Annfinn misbrúkar ólavsøkuna politiskt

...

2020-06-26 21:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er sera harmiligt, at Annfinn Brekkstein misbrúkar tjóðarhátíð okkara í einum ljótum politiskum spæli.

Eftir øllum at døma unnir Annfinn Brekkstein ikkiokkaraborgarum eina góða ólavsøku, men velirsum vantat virka í sjálvdrátti.

Her hevur alt samfelagið ligið lamið og her hava privatfólk, stovnar, ítróttarfeløg og handilsfólk, sum annars hava notið væl av ólavsøkuni, stúrt fyri úrkomuni og stúrt fyri, at ólavsøkan fór at verða fullkomiliga avlýst. Onnur óttast smittuvandan.

Tíbetur hava vit ein borgarstjóra, sum fyri langari tíð síðan blánoktaði at avlýsa ólavsøkuna. ??lavsøkan skuldi haldast so ella so. Og vit hava tikið undir við, at ólavsøkan skal haldast so vanliga sum gjørligt ??? tó sambært almennum tilmælum í sambandi við smittuvanda.

Tilmælini raka ítróttin serliga hart. Ítrótturin í Havn livir lutvíst av ymsum átøkum í sambandi við ólavsøkuna.Nógv av hesumeru avlýst. Tí vilja vit stuðla sum frægast. Og tað kemur væl við, skilst á øllum brøgdum.

Vit hava ikki heimild at nokta fólki at fara í býin. Hvørki til skrúðgongu ella kappróður. Men vit kunnu stuðla uppundir,at tilmælini verða fylgd, við í so stóran mun sum møguligt at leggja upp til, at færri luttaka í stóru tiltøkunum, enn vanligt.

Tað kunnu vitmillum annaðgera við at stuðla til dømis eigarafeløgunum í so stóran mun sum gjørligt at hátíðarhalda ólavsøkuna í grannalagnum.

Tað skal ikki so nógv til. Ein lítlan stuðul fyri at skipa fyri tiltøkum í grannalagnum, kanska serliga fyri børnunum, so bæði hugur og tørvur verður minni á at leita tær stóru fólkamongdirnar upp.

Annfinn Brekkstein kallar hetta ??? at lata skattaborgarans pening aftur til skattaborgaran at umsita - vantandi virðing fyri skattaborgarans peningi. Vit oysa stuðul í eyst og vest í ovfærakæti og stýra og diktera hugnan í grannaløgunum, sigur hann.

Vísandi til almennu tilmælini, so gongur Annfinn við hesum beint ímóti sínum egna løgmanni. Hann misbrúkar ta savnandi tjóðarhátíðina politiskt í eini ljótari valpropaganda og unnir ikki havnaborgarum at halda eina góða ??? og ikki minst trygga ??? ólavsøku.

Alternativa ólavsøkan hesaferð verður stuðlað við eittanseinumendamáli ??? at havnafólk og føroyingar annars skulu fáa eina so góða og so trygga ólavsøku sum gjørligt. Vit hava respekt fyri heilsuni hjá okkara borgarum.

Tað krevur bert vanligt gonguvit at skilja, at hetta onki hevur við partapolitikk at gera. Hetta er bara ein einføld roynd at fáa eina góða ólavsøku í so stóran mun sum gjørligt at verða hildna samsvarandi galdandi almennu tilmælunum um smittuvanda.

Eg fari at ynskja øllum eina góða og trygga ólavsøku.

Bogi Andreasen
býráðslimur fyri Fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder