??TGÁVA: Fyrsti partur av dagførdu samferðsluætlanini var tøk í februar, og nú er annar partur, sum er eitt framhald av fyrru útgávuni, komin út. Hesin parturin lýsir smærru íløgurnar komandi árini, umhvørvið, tøknilig frambrot, útoyggjar, pendlan og fígging av samferðslukervinum.
Undan aðalorðaskiftinum í Løgtinginum 11. mars 2019 um samferðsluviðurskifti, gav Landsverk út eina dagføring av samferðsluætlanini undir heitinum ???Samferðsluætlan 2018-30.???
Endamálið við eini samferðsluætlan er at vísa á, hvat skal til fyri at tryggja, at samferðslukervið til eina og hvørja tíð nøktar samtíðarinnar krøv og tørv. Vaksandi fólkatal og ikki minst ferðafólkatal økir trýstið á føroysku landsvegirnar og á samferðslukervið sum heild, bæði á sjógvi og landi.
Ein partur av fyrsta parti av dagførdu samferðsluætlanini, sum kom í februar, lýsir støðuna á teimum pørtum av undirstøðukervinum, ið gerast í alsamt verri standi ár undan ári, tí neyðugu inntrivini ikki verða gjørd. Rakstur og viðlíkhald mugu raðfestast hægri politiskt og takast í størri álvara, og hesi evni fingu tí eitt serligt pláss í fyrsta partinum av samferðsluætlanini. Somuleiðis varð nógv gjørt burtur úr ferðavinnuni, ið veksur nógv í hesum árum. Ein vøkstur, ið økir um avbjóðingarnar í ferðsluni, eins og brúk er fyri eitt nú fleiri dvalarvikum fram við landsvegunum.
Í øðrum parti av samferðsluætlanini ??? ella framhaldinum ??? sum nú er úti, verður dentur lagdur á at lýsa smærri íløgur komandi árini, har støðan á teimum ymsu farleiðunum verða lýst.
Eisini verður umhvørvið ??? herundir grøn orka og heilsa ??? lýst í samferðsluætlanini, eins og tøknilig frambrot verða umrødd. Somuleiðis verður støðan á útoyggjunum umrødd, meðan ein fimti partur snýr seg um pendlan, ið knýtir tey ymsu økini saman.
Síðst, men ikki minst, er lýsing gjørd av fíggjarligu síðuni av samferðslukervinum, eins og tilmæli eru skrivaði til teir ymsu partarnar.
Samferðsluætlanin er evnað til í góðum samstarvi millum Landsverk, Strandferðsluna og onnur, ið virka á ella hava áhuga í samferðsluøkinum. ??tlanin verður tikin upp til endurskoðan og dagføringar við jøvnum millumbilum, og hetta er seinni partur av triðju útgávuni av samferðsluætlanini. Tær báðar fyrru útgávurnar av samferðsluætlanini komu ávikavist í 2007 og 2012.
Framhaldið av Samferðsluætlan 2018-2030 kann takast niður í pdf-útgávuHER.
Eisini er ein serlig undirsíða her á www.landsverk.fo er gjørd til Samferðsluæltan 2018-2030 og kann takast niðurHER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald