Mentan

Andakt

...

2021-12-04 21:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Andakt

Bundin av tí, sum ikki bindur

???Um tí sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir.???Jóhannes evangeliið kp 8.

Vanliga hugsanin um veruligt frælsi man helst vera, tá ið allar bindingar og foringar eru beindar burtur, tá ið eg kann fara hagar eg vil, gera hvat eg vil, uttan at nakrar avmarkingar eru í vegin, og uttan at vera heftur av øðrum menniskjum. Í fyrstu syftu ljóðar tað so loysandi og frígerandi. Men man ein slík fatan av frælsi ikki vera tann, ið bindur flestu menniskju og hevur gjørt mong ólukkulig og til ússaligar trælir? Tað er ikki satt, at frælsi er tað sama sum at fylgja við streyminum og gera, sum einum listir. Tað er ikki satt, at hurðin inn til tað frælsa landið fer upp, bara við at tveita burtur nóg mikið av tí gamla, og innrætta okkum eftir egnum listum sum hægsti mynduleiki. Okkara ættarlið hevur ofta fingið hesi ráð, og fylgjurnar hava ikki latið bíða leingi eftir sær.

Tað snýr seg ikki um frælsi til at gera, tað vit vilja, men um frælsi at gera tað, vit skulu.

Fá av okkum mundu vilja liva í einum landi við anarki, har vit hava gjørt okkum okkara egna privata ríki. Ella man nakar vilja liva í lógloysi, har eingin stjórn er, eingin løgregla, einki dómsvald, har tú kann fremja alt, ið tær listir, tí eingin mynduleiki er at klaga til og at hjálpa tær?

Grasið, sum veksir hinumegin hegnið, niðri í gjánni og úti í røkrunum, er nógv grønari enn her, ið eg noyðist at vera. Eg vil fara hagar mær listir, haðar eg sjálvur haldi er best. Tað var júst hetta, ið unglingin segði við faðir sín á sinni: ???Nú eri eg myndigur, nú eri eg loystur úr øllum bondum, ið hava bundið meg heima. nú eri fríur, ja, fríur sum fuglurin í luftini!??? ???Fríur sum fuglurin,??? svaraði pápin, ???jú, men veitst tú ikki, at eisini fuglurin má hava eina grein at seta seg á????

Hugsa vit um Paulus, so hevur eingin kent gleðiboðskapin so frígerandi sum hann. Og eingin annar høvundur í Nýggja Testamenti vísir okkum frígeringina í evangeliinum so livandi sum hann. Hetta er grundtónin í øllum tí, hann skrivar. Men hesin frígjørdi maður var eisini bundin ??? bundin av andanum, stendur tað.

Ein kristin er keyptur fríur við Jesu sáttargerð - skuldarfríur, men samstundis bundin alt lívið. Í hesum bondum liggur frælsið og signing goymd. Tí bundin av andanum, er at vera bundin til Jesus, festur í miðdepilin.

Vit kunnu bera tað saman við eitt djór, sum er tjóðrað á beiti, og sum hevur ein góðan eigarmann. Kring um beitið eru vandamiklar gjáir og høgir hamrar, sum djórið lættliga kann falla út av ella í um tað sleppur at ferðast, har tað vil. Men eigarmaðurin hevur tryggja sær, at tjóðrið ikki er so langt, at tað røkkur út til vandaøkini. Soleiðis hevur Guð í kærleika og við umsorgan og í vísdómi sínum givið eini verndarboð til øll menniskju, víst okkum eitt mark í einum vandafullum heimi ??? tey tryggu boðini. Uttanfyri markið er vandafult umráði. Sum kristin hava vit fingið eitt band ??? eitt kærleiksband á okkum, ið er fest í Guðs ríkis miðdepil. So leingi vit eru í heiminum eru vit bundin, men bundin av nøkrum, sum ikki bindur.

Vit kunnu gott slíta halin upp, og velja at draga tjóðrið eftir okkum, ganga egnar leiðir, har vit føla og halda at tað er best. Men tjóðrið sleppa vit ikki av við, tað kemur bara at skapa størri trupulleikar; vit koma at draga tað eftir okkum, og ein dag hevur tað vavt seg um onkran stein úti í urðini, har vit hildu at grasið var so nógv grønari, og vit máttu ásanna, at nú hingu vit føst: Betri var at standa fastur í Guðs ríki, og at vera inni á hansara trygga verngarøki, soleiðis sum hin burturfarni sonurin tók til.

Tað er satt at menniskju, sum annars einki vilja hava við kristindóm at gera kunnu siga, at tey eru fræls og kunnu gera sum teimum listir, og ikki liva eitt lív í ófrælsi sum tey halda, at trúgvandi kristin gera. Men Halgabók rópar nakað: ein stutt syndanjóting.

Vit venda tí eygunum upp eftir móti Guðs ríki til fullkomuleikan og til tað sanna frælsið. Har eru øll tjóður kvett av, har eru allir verjugarðar tiknir niður. Í tí landinum lúra eingir vandar, har er ógjørligt at falla, har er ógjørligt at synda, hin ??ndi er ikki longur. Vónin um tað æviga ríkið átti at bundið okkum enn fastari at Jesusi, frælsishetjuni. Tí hvør er so fríur sum hann? Heimurin skilir ikki, hvat frælsið í Kristusi merkir. Langa fríggjadag hildu tey, at hansara tíð var farin, tí sæð við menniskjans eygum kundi hann ikki meira. Men tá var hann veruliga fríur og vann tað fulla frælsið. Negldur á hondum og fótum av doyggjandi mannahondum, lat hann himmiríkis portur upp á viðan vegg, og tók í hondina á einum deyðadømdum ránsmanni, og leiddi hann við sær inn í Guðs ríki.

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder