Politikkur

Altíð eftirsnarin

...

2020-07-31 16:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fleiri fólk eru í landinum, og hóast koronu er áhugin fyri Føroyum alsamt vaksandi uttanlands. Men okur hava onga trygd fyri, at okra oyggjaland verður vart, og als ongan politiskan vilja ella dirvi til at loysa trupulleikan.

Bygdir verða avtoftaðar av býarfólki og útlendingum, meðan vanliga arbeiðsfamiljan má vera nøgd við vesalakor í gomlum kjallarum.

Fyri at loysa bústaðartrupulleikan og fyri at tryggja, at Føroyar ikki gerast tómar ferðavinnu bygdir, sigur Bárður løgmaður akkurát onki. Men at privata vinnan má inn í spælið er nevningarvert. Síðan kopierar løgmaður hugskotið við, at fakfeløg og onnur við skulu loysa trupulleikan, ella rættari sagt fáa eitt stykki av køkuni. Meðan lyklaorð sum bústaðarskylda, tænastugjald og skattur ikki eru at hóma nakrastaðni. ??tlendingurin kann enn keypa bygdirnar undan okum, og ikki eitt oyra kemur landi ella fólki til góðar. Kommunuskatturin skal gjalda gildið, men húsaeigarin er fremmandur og fær inntøkur fyri sítt eyka hús. Fólkens hevur fingið sítt, og Sambandið sleppur at fríggja til danir. Restin er líka mikið.

Í ólavsøkurøðu síni segði løgmaður so:

"Eg vóni, at privata vinnan gerst virknari á bústaðarmarknaðinum. Eitt nú kundi eitt samspæl millum pensjónsfeløg, fakfeløg, bankar, privat feløg og Bústaðir birt upp undir nýggjar fíggingarmøguleikar. Tí tess fleiri møguleikar, vit hava, tess størri ávirkan kunnu fólk hava á síni bústaðarviðurskifti. Og vit skulu royna at tryggja øllum frælsi til at skipa sítt lív, sum tey ynskja sær ??? á øllum økjum."

Frælsi á øllum økjum og ikki ein tann einasta treyt. Sokallaðu liberalistarnir halda hús og jørð eru friðhalgað útlendskum ognarskapi og treytum. Eitt eyga fyri eitt eyga, nei ikki eru hesir bláoygdir, heldur blindir.

Grannalond og smátjóðir kring heimin seta treytir og avmarkingar fyri at tryggja tjóðina og fólkið, sum har býr. Ognarskapurin er treytaður og ger mun, so at stórur kapitalur ikki ger bygdir til útlendskan stuttleikastað. Summarhúslundir nevnir ongin í samgonguni.

Trupulleikin stendur við og versnar, men sæl er sálanna jorsalferð. Sum samgongan higartil hevur prógvað, er bert dugur í teirra baksýni, og tá alt er farið fyri bakka, tá, sum opportunistiskir populistar, vakna teir. Men tá er alt ov seint.

Jens Arni Leo Hammerfoss, formaður í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder