JN

Alt útsett uttan Betri-deildin hjá monnum

...

2020-08-05 18:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Avgerð er nú tikin um, at fyribils verður allur fótbóltur, undantikið Betri Deildin menn, útsettur frá og við mikudegnum 5. august, og til og við fríggjadagin 14. august

Støðan vegna koronafarsóttina broytist alla tíðina, og nú hevur Starvsnevndin í Fótbóltssambandi Føroya tikið avgerð um, at allur fótbóltur, udantikið Betri Deildin menn, fyribils verður útsettur frá og við mikudegnum 5. august, og til og við fríggjadagin 14. august 2020.

Harafturat er dysturin í Betri Deildini hjá monnum millum AB og Skála, sum skuldi verða Inni í Vika hósdagin 6. august, fluttur til fríggjadagin 7. august klokkan 19:00.

Les eisini:EINGIR ÁSKOÐARAR TIL OG VIÐ 22. AUGUST

Víst verður annars til koronavegleiðingarnar á heimasíðuni hjá FSF, sum finnastHER.

Fótbóltssamband Føroya

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder