JN

Alt ruggar ikki rætt

...

2020-03-12 21:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjárskvøldið hevði Mette Frederiksen, forsætisráðharri, ein tíðindafund, har hon boðaði frá, at Danmark fór at fara niður í ferð. Væntandi var at løgmaður fór at koma við nøkunlunda sama boðskapi í morgun á tíðindafundinum hann helt fyri føroyska fólkinum.

Løgmaður kom eisini við nøkunlunda sama boðskapi ið var væntandi, men stór øsing hevur verið á teimum sosialu miðlunum í dag. Stóra øsingin komst av, at vit ikki lukka fyri at fólk koma til Føroyar, og uppá tann mátan halda coronasmittuni vekk.

Í fyrrakvøldið kom tíðindaskriv frá Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum ið segði, at ???Flogbann eru eisini galdandi í Føroyum???, víðari stóð ???Danska stjórnin hevur fyribils steðgað allari flogferðslu til og úr teimum reyðu vandaøkjunum fyri at avmarka og útseta coronasmittuna.???

Danmark er nú reytt vandaøki hjá fleiri londum, og so er spurningurin, um Føroyar fara at stegða flúgving úr Danmark.

Boðskapurin hjá Bárður á Steig Nielsen, løgmanni, var í morgun, at ???Føroyar fara niður í ferð???, og koma fleiri stovnar at lata aftur næstu 14 dagarnar. Eisini varð heitt á føroya fólk, um ikki at savna fleiri enn 100 fólk innandura.

Smyril Line kom beinavegin út og segði, at teir góvust at sigla við ferðafólki komandu vikurnar. Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, var eisini skjótt úti, og segði at ferðamannaskip ikki sluppu í havnir hjá Tórshavnar kommunu.

Í kvøld hevur strandsferðslan m.a. sagt, at Smyril, Teistin og Sam ikki sleppa at sigla við meira enn 100 ferðafólkum pr/túr. Samstundis sum føroyingar taka stór atlit, so meta fleiri, at tað er løgið at flogførini skulu kunnu flúgva til Føroyar við ferðafólkum. Løgmaður heitti á føroya fólk, um ikki savna fleiri enn 100 fólk innandura. Flogførini ið flúgva uppá Føroyar taka millum 144 til 174 fólk hvørt pr/túr, og sita tey eisini tættari, enn í flestu øðrum støðum t.d. skipunum hjá SSL.

Vit hava verið í samband við føroying, ið kom til Afrika í gjár, hann segði, at øll ferðafólkini blivu kannað um tey høvdu febur, og um mynduleikarnir sóu sjúkaeyðkenni á teimum. so blivu tey tikin til síðis.

Meðan vit minka um ferðina her á landi, so hava vit skilt á lagnum, at nógv fólk hava bílagt sær ferðaseðil heim seinastu dagarnar, og tí siga vit - alt ruggar ikki rætt. Samstundis sum Strandferðslan noktar fleiri enn 100 ferðafólkum umborð á eitt stórt skip sum Smyril, so kunnu Atlantic Airways og SAS flúgva til Føroyar, har upp til 174 ferðafólk kunna verða umborð á hvørjum túri. Stórur munur á støddini á einum skipi sum Smyrli og einum Airbus 320.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder