Pedagogfelagið boðaði í fjørð frá, at 500 starvsfólk mangla á dagstovnaøkinum. Hesi mangla, hóast tað hvørt ár verða útbúnir námsfrøðingar. Ein loysn, ið ofta hevur veriðumtalað, er at skipa fyri fleiri flokkum á námsvísindadeildini - eg loyvi mær tó at ivast í, um tað einsamalt munar nóg mikið. Ein av høvuðsorsøkunum at tað framvegis vanta starvsfólk á økinum - serliga fakfólk - er at arbeiðsumstøðurnar ikki eru nóg góðar. Fleiri námsfrøðingar velja snøgt sagt onnur starvsøki framum. Eisini námsfrøðingar í Vága Kommunu. Í fleiri førum er talan um álvarsliga strongd, sjúkrafráverur, skiftandi starvsfólk og kenslu av ikki at megna arbeiðið á nøktandi fakligum støði.
At arbeiða við menniskjum merkir, at ein skal vísa umsorgan, geva nærleika, og stimbra menningina hjá viðkomadi. Relatiónsarbeiði krevur at fokus er á ein annan, eins og á seg sjálvan. Hetta er kropsliga og sálarliga krevjandi arbeiði. At skapa og viðlíkahalda sambond krevur orku og fyrireiking, og tað tekur tíð. Námsfrøðingar eiga ein tíma um vikuna til at fyrireika og eftirmeta. Sum er, fer fyrireikingartíðin hjá námsfrøðingum ofta framvið, tí tað er so nógv at gera á einum dagsstovni, at fyrireiking verður sett til viks, fyri tað sum má gerast her og nú.
Karmarnir hjá dagstovnunum í kommununi skulu vera góðir
Trivnaðurin hjá starvsfólkum og trivnaðurin hjá børnum hongur neyvt saman. Røttu umstøður mugu fylgja við øktu krøvunum til námsfrøðiliga arbeiðið á stovnunum - krøv, sum koma frá myndugleikum, broyttum samfelagsviðurskiftum og broyttum væntanum til tænastuna. Starvsfólk skulu kenna at tey megna uppgávuna á nøktandi fakligum støði, uttan at gerast strongd. ??????í miðal er ein hálvur tími tikið burtur fyri hvørt barn um vikuna seinastu 3 árini. Týdningarmiki er at nevna, at størsta økingin í barnatalinum hesi árini er millum tey 1-4 ára gomlu, og veruleikin er, at yngri barnið er, meira tíð krevur tað???, soleiðis skrivar Jógvan Philbrow á heimasíðuni hjá Føroya Pedagogfelag hin 5. november 2020, viðvíkjandi samlaðu myndini um alt landið.
Í Vága Kommunu eru tveir dagstovnar við vøggustovum, barnagarðsstovum og skúlabólkum, ein fríðtíðarskúli og ungdómshús. Brúkarar av hesum tilboðum skulu hava bestu tænastu, og hetta krevur at kommunan fer inn at kanna um eitt nú normeringar á gólvunum eru nøktandi, og um skipanin við fyrireikingartíð átti at verðitillagað.
Eg eri smábarnamamma og námsfrøðingur, og havi arbeitt í dagstovni í fleiri ár, og kenni tí dagstovnaøkið bæði innanífrá og uttanífrá, og eg veit hvat er gott, og hvat skal gerast betri.
Elisabeth Haraldsen, valevni til býráðið í Vága kommunu.
X við Framtíðarlistan - ein nýggj byrjan!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald