Vitan og normering mugu fylgja við alsamt vaksandi krøvunum, sum verða sett fólkaskúlalærarum í dag. Tað heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett Jenisi av Rana ein fyrispurning um læraraútbúgvingina og lærarayrkið.
Krøvini, sum verða sett lærarum í dagsins fólkaskúla, eru alsamt vaksandi. Undirvísingin skal vera fjølbroytt og næmingalagað og ítøkiligar tilgongdir skulu gerast til næmingar við ymiskum avbjóðingum og diagnosum. Tað er umráðandi, at vitan og normering fylgja við krøvunum, heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett landsstýrismanninum við skúlamálum ein fyrispurning.
- Fólkaskúlalógin leggur upp til, at undirvísingin skal vera lagað til einstaka næmingin og læring hansara. Og kanningar vísa, at umleið 25 % av ungdóminum í dag líða av strongd, angist og tunglyndi har m.a. skúlanoktan er ein fylgja. Av hesum 25 % eru aftur 25 %, sum eru heilt illa fyri og krevja eina serliga skúlafyriskipan. Tí er umráðandi at vita, um læraraútbúgvingin og karmarnir gera tað møguligt hjá lærarum at lofta øllum næmingum í dag, sigur Jóhannis Joensen.
Í fyrispurninginum spyr hann millum annað landsstýrismannin, um hann ætlar sær at tryggja, at øll læraralesandi fáa betri innlit í serøkið og kunnleika til næmingar við serligum avbjóðingum; um nýútbúnir lærarar fáa hollari innlæring í, hvussu ein skipar undirvísingina fyri næmingar, ið hava serligar avbjóðingar, og um fólkaskúlin fær nóg høga normering til, at lærarar fáa tíð og orku til eisini at undirvísa næmingum við serligum avbjóðingum.
Í svari til fyrispurning frá Jóhannisi Joensen í fjør, vísti landsstýrismaðurin á, at hann ætlar at endurskoða læraraútbúgvingina í 2021. Í hesum sambandi vil Jóhannis Joensen eisini hava at vita, um landsstýrismaðurin tekur fakkunnleikan innan føroyska fólkaskúlan við í endurskoðanini av læraraskúlaútbúgvingini.
- Sjálvt um førleikastovurnar í skúlunum eru uppraðfestar, og hóast myndugleikarnir hava staðsett fleiri serskúlatilboð til at hjálpa næmingum við serligum avbjóðingum, so eru tað fleiri og fleiri næmingar í vanliga skúlanum, sum hava ymsar avbjóðingar í skúladegnum. Hesir næmingar krevja tað av læraranum, at hann hevur innlit í avbjóðingarnar hjá næminginum og kann leggja undirvísingina til rættis eftir tørvinum hjá næminginum. Hetta kann vera sera krevjandi fyri læraran, og skal hann tí búgvast væl til uppgávuna, ið møtir honum innan skúlans gátt. Í sama viðfangi er eisini týdningarmikið at seta sær spurningin, um normeringin í fólkaskúlanum - ein lærari til 26 næmingar - er nøktandi, vísir Jóhannis Joensen á og leggur afturat:
- Læraraskúlin hevur eina stóra ábyrgd av at fyrireika komandi lærarar til skúlalívið. Undirvísingarfortreytirnar broytast støðugt og samfelagið broytist støðugt. Tí havi eg valt at seta henda fyrispurningin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald