Politikkur

Alneyðugt at styrkja sjúkrahúsverkið

...

2019-07-27 11:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

??ll hava vit á lívsleiðini tørv á heilsutænastum ella sjúkraviðgerð frá okkara sjúkrahúsverki, ið altíð eigur at hava fremstu raðfesting sum eina sera týðandi partur av føroyska heilsuverkinum

Tryggleikin við góðari ókeypis viðgerð til allar borgarar í Føroyum kann ongantíð metast nóg høgt. Heilsu- og sjúkrahúsverkið eru týdningarmestu stovnar í samfelagnum, sum tískil eiga at hava fremstu politisku raðfesting. Tí skulu vit altíð hava eitt gott og trygt sjúkrahúsverk í Føroyum.

Læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, laborantar, ljósmøður og øll onnur heilsustarvsfólk gerða sítt besta fyri at hjálpa og linna um hjá sjúklingum í øllum aldri og við ymiskum avbjóðingum í lívinum. Og takk skulu tit heilsustarvsfólk hava fyri tykkara megnar arbeiði.

Heilsuverkið hevur tó seinnu árini havt stórar avbjóðingar. Nevnast kunnu:

- stórt trot á serlæknum
- vaksandi bíðilistar eru til fleiri viðgerðir
- viðgerðirnar uttanlands gerast fleiri
- kostnaðurin á heilivági økist
- raksturin av sjúkrahúsunum gerst alsamt dýrari

Vit noyðast at ásanna, at loysnirnar ikki eru lættar, og at økt játtan helst krevst. Men politiski myndugleikin eigur at seta út í kortið, hvat vit vilja við sjúkrahúsverkinum næstu 10-20 árini. Her krevst ein breið politisk semja og ein vilji til broytingar.

Ein heildarætlan fyri heilsuverkið var samtykt í 2016, men mær vitandi eru ikki allir tættir í heildarætlanini settir í verk enn.

Hvørjar viðgerðir skulu vit hava í Føroyum? Og á hvørjum økjum noyðast vit at ásanna, at vit ikki hava ráð at hava viðgerðirnar í Føroyum?

Eisini eiga vit at seta okkum spurningin, um vit sum samfelag í dag hava ráð at hava dupultfunktiónir á teimum trimum sjúkrahúsunum. Kann peningurin ikki verða brúktur enn betur, so meira fæst fyri hvørja krónu til frama fyri tey sjúku?

Meira peningur má raðfestast til viðgerðir av teimum sjúku og minni peningur skal eftir míni meining brúkast til at tekkjast lokalum áhugamálum við at uppræthalda óneyðugar dupultfunktiónir, sum t.d. rættari eiga at liggja á einum nýmótans Landssjúkrahúsi í Havn.

Tey minnu sjúkrahúsini skulu sjálvsagt framyvir hava eina bráfengis móttøku (skaðadeild) og skulu hava eftirviðgerðartilboð, - ikki dupultfunktiónir, sum heildarætlanin av Heilsuverkinum eisini legði upp til.

Tað er alneyðugt at sjúkrahúsverkið verður effektivisera og neyðugar raðfestingar verða gjørdar, soleiðis at sum mest fæst burturúr tí árligu játtianini, fyrst og fremst til frama fyri sjúklingin. Uttan iva er tørvur á eini hægri árligari játtan til Heilsuverkið næstu árini, men hendan eigur at verða brúkt har hon ger størst nyttu.

Fremsta málið hjá okkara heilsuverki komandi árini má eftir mínum tykki fyrst og fremst vera at fáa bíðilistarnar burtur.

Men ein fyritreyt fyri hesum, er, at starvsfólkini og leiðslurnar á okkara sjúkrahúsum frameftir verða tiknar við upp á ráð. Á hendan hátt kunnu heilsumálaráðið og politiski myndugleikin annars fáa virðismikla vitan um, hvat er skilabest at gera.

Nýggjar leiðslur eru fyri stuttum settar á øllum trimum sjúkrahúsunum. Eg ynski teimum góða eydnu í arbeiðinum komandi árini, serliga við at gerða okkara heilsuverk enn meira kostnaðar effektivt, har sjúklingurin verður settur í miðdepilin.

Verði eg valdur á Føroya Løgting, vil eg arbeiða fyri at fáa eitt enn betri heilsu- og sjúkrahúsverk í Føroyum.

Birgir Nielsen
Valevni hjá Fólkaflokkinum til løgtingsvalið 2019

Vilji og dirvi til broytingar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder