
Alment tiltak um astma
verður í Miðlahúsinum í Havn hóskvøldið 20. februar kl. 19.00
Vibeke Backer, ið er professari og yvirlækni í lungnasjúkum og serlækni í astma, fer hóskvøldið 20. februar 2020 kl. 19.00 í Miðlahúsinum hjá Sosialinum at tosa um evnið astmasjúku og hvussu astmasjúka verður viðgjørd.
Vibecke Backer sigur, at títtleikin av astmu er høgur, og hava nærum allar familjur onkran í familjuni, sum hevur astma. Hon greiðir frá, at astma er ikki bara astma. Astma kann vera t.d. ikki-allergisk ella allergisk astma, arbeiðstengd astma, infektiónsútloyst astma, moderat astma, sver astma, astma við yvirvekt, astma við inaktiviteti og fleiri onnur sløg av astma. Ein má finna út av, hvat slag av astmu tað snýr seg um, og síðan finna røttu viðgerðina.
Astma er ein kronisk sjúka, sum sjálvdan hvørvur. Sjúkuintensiteturin broytist yvir tíð, og gevur hetta nógvar genur og vánaliga lívsgóðsku og gevur órógv í familjunum.
Vibecke Backer leggur dent á, at tað er sera týdningarmikið, at fólk fáa rætta diagnosu/-sjúkuavgerð og at rætta viðgerðin verður funnin.
Tá rætta viðgerðin er byrjað, kann ein í samstarvi við egnan lækna ella um ein sjálvur hevur lært tað, regulera viðgerðina upp ella niður. Málið við viðgerðini er astma-kontroll, har sjúklingurin fær minst møguliga dosis av astmaheilivági. Tá hetta punkt er nátt, megna tey flestu at vera meira fysiskt aktiv í gerandisdegnum.
Tiltakið í Miðlahúsinum við Vibecke Backer er alment og ókeypis. ??ll áhugað eru vælkomin.
Føroya Astma/Allergifelag er skipað sum lokaldeild hjá Astma-Allergi Danmark. Fólk sum eru limir fáa Astma Bladet sendandi við postinum 4. ferðir um árið.
· Tey, sum ynskja at stuðla Føroya Astma/Allergifelag kunnu tekna seg sum lim við at seta seg í samband við Astma ??? Allergi Danmark Tlfnr: 0045-43434299 og boða frá, at tey ynskja at tekna seg sum lim í Føroya Astma/Allergifelag.
· Árliga limagjaldið er 225 kr. sum skal gjaldast í netbankan Nykredit reg. 8117 konto 3073542
Nevndin í Føroya Astma/Allergifelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald