Hyggja vit at ferðafólkatalinum við Strandfaraskipum landsins, er myndin greið. Í 2005 vóru allar leiðir almennar og síðan 2006 er Mykinesleiðin, sum tann einasta, røkt av privatum og myndin er greið.
Á Mykinesarleiðini er ferðafólkatalið nærum 5 falda, meðan lítil og eingin broyting er á almennu leiðunum.
Mykinesleiðin er bjóða út í 3 umførum og eru tað tveir ymiskir, sum hava vunnið útbjóðingina. Á tí leiðini er nýtt skip, sum er væl størri og skjótari.
Myndin (Sum sæst niðanfyri) er gjørd við 2005 sum útgangsstøði, har indeks er sett til 100 fyri allar leiðir. Myndin millum privat og alment er týðilig. Ikki tí, Nólsoyar-, Kallsoyar og Svínoyar- og Fugloyarleiðin hava eisini fingið munandi betri skip hetta tíðarskeiði.
Munurin millum privat og alment er eyðsýndur og spurningurin er hví? Eitt svar kann vera, at SSL veitir eina sera góða tænastu til øll sum koma við skipunum, meðan ein privatur harumframt hevur sum aðalmál at fáa fleiri og fleiri ferðafólk.
Okkurt týðir tó upp á, at Kallsoyarleiðin hevur stóra framgongd í ár. Aftur her hevur eitt privat átak hjálpt tí almenna. Kópakonu-verkætlanin er ein privat verkætlan, har fólk tóku stig til hetta ??? av eintingum. ??rslitið er vakurt, tí ferðafólkatalið til Kalsoynna er vaksið við 34% síðani Kópakonan kom á føtur fyri einum ári síðani.
Bussleiðin er eisini veitt út til privatar at røkja og har sæst ikki sami vøkstur. Svarið er einfalt. ??tveiting av bussunum er gjørd soleiðis, at SSL skal hava allar inntøkur frá ferðaseðlum. Tvs. fyri tann privata er eingin grund til at fáa fleiri ferðafólk, tí hansara inntøka er tann sama; so og so nógv fyri hvønn túr. Tí er eingin dynamykkur lagdur inn í útbjóðing, heldur tvørturímóti.
SSL metir ikki, at nøkur sjóleið skal verða privat og vísir á, at Mykinesleiðin er vorðin nakað dýrari. Her samanbera tey við 2005, tá útreiðslan bara var rakstur. Nú skal roknast við í íløguútreiðlsurnar eitt nýtt skip. SSL-rakstur er jú uttan íløgur.
Harafturat kann nevnast, at sama tíðarskeið, sum Mykinesleiðin er dýrkað við góðum 200 tús kr, er játtanin til SSL ikki bara vaksin, men hon er nærum tvífaldað úr 80 upp í 147 milliónir.
Frágreiðing, sum VMR og SSL hava gjørt, mælir til, at SSL skal verða eitt alment partafelag. Hinvegin mæla tey frá at privat røkja leiðirnar. Grundin er, at politikkarar ikki skulu verða nær avgerðunum og privat skulu heldur ikki. Hvør skal so?
Uttan mun til, um fólk politiskt ynskja farleiðirnar røktar av tí almenna ella av tí privata, so vísir hendan myndin týðiligt, at alment stagnerar og privat eksploderar. Treytin er tó, at tað verður gjørt rætt.
Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald