JN

Almennur fundur um íbúðarætlan í Vágs kommunu

...

2020-03-04 13:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mánadagin 9. mars verður almennur fundur um íbúðarætlan í Vágs kommunu.

Á fundinum verður framløga av ætlan um at byggja íbúðir í Vágs kommunu. -Ein ætlan, sum fevnir um at byggja íbúðir í ymiskum støddum, soleiðis at tað verða íbúðir bæði til familjur, til pør og til støk. ??tlanin fevnir eisini um eldraíbúðir.

Íbúðarætlanin fevnir um at byggja íbúðir á tveimum ymiskum støðum í kommununi, soleiðis at til ber at velja íbúð, har stutt fjarstøða er til tænastur í býnum ??? og tilber at velja íbúð, sum hevur gott útsýnið.

Á almenna fundinum verður høvið at skriva seg upp til íbúð. Harumframt verður eisini møguleiki at skriva seg upp til eldraíbúð ??? og fer Vágs kommuna í mars eisini at gera kanning um tørvin á eldraíbúðum í Vágs kommunu.

Almenni fundurin verður í skúlahøllini í Vágs Skúla mánakvøldið 9. Mars kl. 19. Í samband við fundin verður eisini bjóðaður ein kaffimunnur og okkurt gott afturvið.

??ll eru hjartaliga vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder