Í sambandi við, at Jóan Pauli Joensen, professari, er farin úr starvi, verður bjóðað til almenna samkomu í auluni á Námsvísindadeildini á Frælsinum fríggjadagin 29. januar kl. 15.
Jóan Pauli hevur í mong ár starvast á Fróðskaparsetrinum. Hann var formaður í Setursráðnum, tá ið Setrið enn var akademi, og hann hevur í tveimum umførum verið rektari á universitetinum Fróðskaparsetur Føroya.
Vísindaliga hevur hann gjørt vart við seg sum siðsøgugranskari og hevur lagt mong týðandi verk úr hondum, eitt núFærøske sluppfiskere,Fiskafólk, um brúdleyp íI ærlige brudefolk, um grindadráp íPilot Whaling in the Faroe Islandsog nú seinast um matvanar okkara í stórverkinumBót og biti, ið kom út í fjør, og sum hann fekk M. A. Jacobsens bókmentavirðisløn fyri.
Jóan Pauli var formaður í nevndini, ið gjørdi uppskot til føroyska grundlóg ella stjórnarskipan, sum arbeiðið seinni kallaðist.
Harafturat hevur hann skrivað hópin av greinum, bæði vísindaligar og fólksligar. Hann er eisini er virkin í mest nýtta sosiala miðlinum um okkara leiðir, Facebook. Jóan Pauli er við øðrum orðum ein maður við fjølbroyttum gávum og áhugamálum.
Nú hann gevst í starvi sínum á Fróðskaparsetrinum, vilja vit nýta høvi at heilsa honum og bjóða vinum og kenningum at gera tað saman við starvsfólkunum á Fróðskaparsetrinum fríggjadagin kl. 15 í auluni á Námsvísindadeildini.
Kelda: setur.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald