JN

Almenn móttøka fyri Sandavágs Talvfelag og Høgna Nielsen - myndir

...

2021-04-09 08:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 13.mars vann Sandavágs Talvfelag føroyameistaraheitið í 1.deild fyri lið. Um páskini var FM fyri einstaklingar, og tá gjørdist Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag føroyameistari.

Í hesum sambandi var almenn móttøka í SÍF-húsinum í gjárkvøldið, har útvið 80 fólk vóru møtt, hóast kavarok var.

Røður vóru hildnar, borgmeistarin handaði blómur og ein góður biti var at fáa, eisini sang Hans Ravnsfjall nakrar frálíkar sangir.

Sandavágs Talvfelag, sum í mong ár hevur hildið til í gamla Føroya Banka, fer nú at halda til í SÍF-húsinum, segði borgmeistarin Bjarni Prior m.a. - Vága kommuna eigur nú SÍF-húsið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder