Politikkur

Almenn hoyring á Fólkatingi um ST heimsmálini í norðuratlantiskum høpi

...

2019-03-05 17:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Týsdagin 12. mars kl. 14.00 verður almenn hoyring í Landsstingssalinum í Fólkatinginum um ST heimsmálini í norðuratlantskum høpi, har m.a. Aksel V. Johannesen, Løgmaður, og Høgni Hoydal, Fiskimálaráðharri, luttaka. Við útgangsstøði í heimsmáli nummar 14 fer hoyringin at snúgva seg um at varðveita og tryggja burðardygga nýtslu av havsins tilfeingi. Eisini verður viðgjørt, hvussu Føroyar og Grønland arbeiða við heimsmálunum, og hvønn týdning havið og havsins tilfeingi hevur fyri londini.

Á skrá verða millum annað framløgur frá:

- Aksel V. Johannesen, Løgmaður
- Høgni Hoydal, Fiskimálaráðharri
- Vittus Qujaukitsoq,
Grønlands Naalakkersuisoq for Finanser og Nordisk Samarbejde
- Professor Minik Rosing, Keypmannahavns universitet
- Arnljótur Bjarki, Íslendska havrannsóknarstovan Matís

Hoyringin er almenn, men tilmelding er neyðug. Trýst her fyri skrá og tilmelding.

Tað eru Føroyanevndin, Grønlandsnevndin og Fólkatingsins arktiski arbeiðsbólkur, sum samskipa hoyringina. Magni Arge og Sjúrður Skaale eru formenn í ávikavíst Føroyanevndini og arktiska arbeiðsbólkinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder