Politikkur

Allur føroyskur matur í handlar og matstovur

...

2016-03-06 10:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv.

Fólkaflokkurin vil broyta matvørulóggávuna soleiðis, at øll fáa atgongd til føroyskan mat í Føroyum.

Fólkaflokkurin hevur borið Løgtinginum eitt nýtt lógaruppskot, sum hevur til endamáls at tryggja øllum atgongd til stóra matríkidømið, sum finst í føroysku náttúruni. Uppskotið tekur burtur forðingarnar, sum ES lóggáva er atvoldin til samstundis,sum fult gjøgnumskygni verður skapt frá bónda og veiðumanni til tann, sum etur.

Vit hava hugt nærri at, hvussu grannalondini lóggeva tá tað snýr seg um uppruna matvøru og niðurstøðan er greið. Strongu krøvini, sum føroysk matvørulóggáva hevur lagt á framleiðslu av føroyskum mati, eru bæði yvirdrivin og óneyðug.

Heldur enn krøv um eftirlit, góðkenningar og stemplingar, so vilja grannalondini hjúkla um matvøruframleiðsluna í nærumhvørvinum. Her er vert at skoða til Noregs har tey, sum framleiða mat úr náttúruni, uttan onnur krøv enn álit millum keypara og seljara, kunnu selja sína dygdarvøru til einstaklingar, handlar og matstovur.

Í Noregi kanst tú, innanfyri nærmastu 100 kilometrarnar, selja mat úr nátturuni uppá álit og júst hetta kravið er, eftir okkara tykki, eitt skilagott mark. Vit kunnu nevniliga eftirkanna dygdina á matvøru, sum kemur frá onkrum í nánd. Í Føroyum er alt innanfyri 100 kilometrar.

Fólkaflokkurin vil við hesum liberalisera framleiðsluna av føroyskum mati. Sum vit sjálvi taka ábyrgdina, tá vit keypa eitt tjógv frá einum bónda, so skal ein matstova ella ein matvøruhandil taka ábyrgdina av øðuni, havhestinum ella bógnum til sølu.

Keypilógin ásetir viðurskiftini millum seljara og keypara og ábyrgdin fylgir við. Støðan eigur ikki at vera øðrvísi við føroyskum mati í Føroyum. Tann, sum selir føroyskan mat um tað er í einum kølidiski ella á eini matstovu, skal standa inni fyri, at matvørutrygdin er í lagi.

Til tað krevst ongin ES lóggáva. Har krevst bara, at fakfólkini í handlunum og køkunum kring landið sleppa at brúka sítt vit og skil.

Umframt, at lógaruppskotið tryggjar føroyingum betri atgongd til føroyskan mat, so vil føroysk ferðavinna fáa betri møguleikar at bjóða fram matvøruríkidømið í Føroyum. Og útlendingar á vitjan í Føroyum fáa forkunnugu upplivingina við sær heimaftur.

Vinarliga

Jørgen Niclasen

Fólkaflokkurin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder