JN

25 eru smittaði, men allar kanningarnar frá í gjár eru ikki greinaðar enn

...

2020-08-06 10:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

  25 eru smittaði, men allar kanningarnar frá í gjár eru ikki greinaðar enn.

Í gjár vóru sera nógvar kanningar gjørdar á sjúkrahúsunum, og tí eru allar kanningar ikki greinaðar enn. Á sjúkrahúsunum vórðu framdar um 900 kanningar, og umleið 300 kanningar verða greinaðar í løtuni. Landslæknin skal síðani ringja til teirra, sum hava fingið staðfest smittuna.

Heitt verður tí á fólk um at vera serliga varin, til øll kanningarúrslit eru almannakunngjørd. Tølini verða kunngjørd skjótast gjørligt. Um tú ikki hevur hoyrt frá Landslæknanum, tá tølini verða kunngjørd, er úrslitið av kanningini negativt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder