Mentan

Alla halganna

...

2021-11-01 21:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Alla halganna

???Tit eru salt jarðarinnar ... tit eru ljós heimsins ...???Evangeliið eftir Matteus, kapittul 5

Liðið er út á heystið og vit eru komin til Alla halganna. Minningardagur teirra sjólátnu er 1. november, tá ið føroyska tjóðin plagar seta seg at lurta eftir minningarguðstænastu í dómkirkjuni, har prestar prædika um sjólívið, um havið, og kirkjuliðið syngur sálmur, sum standa undir tí partinum í sálmabókini, sum eitur Sjóferð: Guðs signi várt fólk, har tað siglir og rør. Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur. Eg sigla man yvir lísins hav. Stýr míni skútu. Nú leiti eg til tína náði... Har syngja nógv við, tí tað er einasti dagur í kirkjuárinum, at hesir sálmar hóska til guðstænastuna. Teir kunnu tó brúkast til 4. sunnudag eftir trettanda um illveðrið á vatninum.

Alla Halganna sunnudagur er fyrsta sunnudag í november. Hesin sunnudagur er vígdur teimum deyði. Dagurin er bæði ein dagur at minnast okkara kæru, sum ikki longur eru okkara millum, og annars øll tey kristnu, ið hava livað áðrenn okkum, og hava borið komandi ættarliðum gleðiboðskapin.

Tá ið vit savnast til alla halganna guðstænastu, vita vit gott at vit koma har, ikki fyri at gera øll til halgimenni, heldur ikki fyri sjálv at trína fram lýtaleys. Men tað er fyri at koma til eitt stað við okkara minnum, við gleði og tøkk til teirra, vit hava átt, og við sorg og sakni yvir tey, vit hava mist.

Í sakninum rennur ofta ymiskt fram í huganum, nógv, vit ikki gjørdu. Samvitskunnar rødd, ið sigur: Hví gjørdi eg ikki ??? Hevði eg bara ... Eg skuldi havt ... Skuld, tað, vit skylda, tað, ið vit ikki gjørdu, og sum ikki kann gerast umaftur.

Kærleikin talar á ymiskan hátt í sinni okkara, og formar eina bøn til Guðs um fyrigeving, um troyst, um náði. Bønin verður náðiliga goymd hjá Guði.

Alla haldanna sunnudagur, dagurin við minnunum - minnum, ið siga frá lívinum - bæði um gott og minnið gott. Góð minni, sum bera gleði og takksemi við sær, sum settu vøkur spor eftir seg, ið hava merkt lívið. Onnur minni, sum bera vónbrot, ótta, kanska enntá bæði vreiði og okkurt vanlukkuligt við sær. Okkurt er gloymt, okkurt minnast vit enn, okkurt vekir støðugt kenslur, sum vit ikki sleppa frá. ???Eg havi einki gott at minnast um míni foreldur??? segði ein maður einaferð. Tað er dapurt.

Tá ið vit minnast, hugsa vit aftur í tíðina - sakna. Hin góða vinin kunnu vit ikki longur vitja fyri at fáa eitt lítið prát. Einsemi tað er ikki longur at kunna minnast saman. Tann, ið vit mintust saman við, er deyður.

Sorg er heimleystur kærleiki. Sum konan tók til, ið nýliga hevði mist mannin: Tað er so løgið, at nú skal eg bara koyrast tvey epli í grýtuna.

At vera ljós og salt

Vit vita at tað eru nøkur, ið halda av okkum. Betri kunnu vit væl ikki samla okkara lív enn í hesum: tað vóru nøkur, sum góvu lívi okkara smakk og ljós. Gleðin, ikki um at vera fullkomin, men um at vera elskað. Hvør kann ikki siga frá løtum, sum enn lýsa í huganum? Ein pápi, sum í staðin fyri at skelda sonin út, stillisliga spyr hann: Hvat er tað nú, tú hevur gjørt, góði? Drongurin visti tað væl, fekk hjálp til at siga tað, og lærdi tann dagin fyri lívstíð gjøgnum varsama spurningin frá pápanum, meira enn ein væl uppiborin útskeldan kundi útrætta. Ella ein mamma, sum setti seg við barnaseingina, og bað við dóttir síni til Guð um hjálp til tað, sum hon óttaðist fór at koma dagin eftir. Soleiðis vóru tey salt og ljós á lívsins veg.

Tit eru ljós heimsins. Tit eru salt jarðarinnar. Vit kunnu tíverri ikki altíð reypa av, at vera gott ljós og gott salt. Tá ið Jesus tosar um salt, tosar hann um dovið salt, salt, sum er ov veikt, tað hevur onga kraft at verja móti roti.

Men ov nógv salt, ger, at maturin ikki er berandi at munni. Ov nógv reyp, ov harðlig óneyðug orð fáa okkum at flýggja frá menniskjum. Nógv øðrvísi kennist at vera tikin til viks og fáa settan ein spurning frá góðum foreldrum, ella at liva trygt saman við hjúnafelagnum og ikki deila ella spilla hann út.

??ll kristin hava fingið uppgávuna at boða gleðiboðskapin, tað er eisini galdandi foreldur. Tá ið vit gera tað, eru vit salt i heiminum, og ljós eins og býurin í fjallasíðuni, ið er sjónligur fyri øll.

Salt hevur tríggjar funktiónir:

Salt er hvítt og reint.

Salt forar fyri roti.

Salt ger at maturin smakkar væl og er frískur

Saltið gevur kristna lívinum smakk, heldur tí frískt, saltið ger at kirkjan ikki spillist og sindrast.

Tá ið tosað verður um ljós, so finnast bæði natúrlig ljós og kunstig ljós. Tað eru heit ljós og tað eru køld ljós. Ljós vísa okkum, hvussu alt sær út. Men ljós kunnu vera so sterk at tey blinda okkum. Ljósið skal setast í ein staka, ikki fjalast, sigur Jesus. Býurin í fjallasíðuni sæst í fjarstøðu. Hann boðar frá lívi, frá menniskjum, húsum og tryggleika. Hann er ikki eitt blindandi ljós, sum ein lykt, ið lýsir beint í eygu okkara, men ljós ið sigur frá, hvar menniskju eru og halda til.

Ein kristin er settur av Guði á ein staka til tess at lýsa og skína í húsinum. Her er ikki talan um ljós, ið vera sett á onnur, so at vit annaðhvørt kunnu forguda tey ella avdúka tey. Talan er hvørki um rampuljósið ella leitingarljósið. Talan er um ljós, sum lýsa upp í myrkri, sum vísa veg og beina á leið.

Vit eru ikki ljós og salt fyri at onnur skulu rósa og æra okkum, men fyri at Guð kann verða æraður.

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder